Oddagrein· Todi og landsliðið - vit mugu hyggja frameftir

Føroyingar hava nú í eina tíð verið í serstøkum fótbóltshýri. Seinastu dystirnir móti Íslandi og Týsklandi í fótbólti hava av álvara sett fótbólt og Føroyar á dagsskránna. Ikki minst hevur hetta økt um áhugan heima fyri hesum edla spæli.

Neyvan nakrantíð hevur tað eydnast at savna so nógvar føroyingar um eina felags søk sum tá vit stríðast á vølli móti mætum fótbóltstjóðum. Hóast smærri tap so kenna vit tað kortini sum um at vit hava vunnið nakað, eitt nú gott umdømi og áhuga í útlandinum. Vit vóna, at úrslitini kunnu vera við til at lata upp vindeygu fyri okkum í umheiminum.

Og bert fáar dagar eftir hesi frægu úrslit, skapar felagið hjá einum av okkara bestu fótbóltsspælarum nakrantíð, Toda Jonsson eina støðu, sum eisini óbeinleiðis í fyrstu atløgu - kann koma at gagna føroyskum fótbólti og okkara umdømi úti í heimi. Ein sigur komandi sunnudag til FCK kann nevniliga gerast atgonguseðilin hjá hesum eina av okkara frægu spælarum til altjóða fótbóltsverðina.

Tað er tó eingin loyna, at fólk eru ymisk á máli um leiklutin ella manglandi leiklutin hjá okkara fræga Toda Jonsson. Vit hava sæð greinar og úttalilsi frá fólki, sum hava verið sera ónøgd við, at hesin spælarin ikki vildi vera við á okkara tjóðarliði, landsliðnum. Tað eru so tey, sum halda, at hann eigur sjálvur at gera av, um hann skal spæla fyri okkara landslið. At vit sum samfelag kunnu ikki krevja av einum spælara sum Toda, at hann skal kenna seg tvungnan at spæla fyri Føroyar.

Sannleikar eru helst at finna í báðum hesum sjónarmiðjum. Hvat kann ein so brúka tey til kann verða spurt! At venda okkara fræga spælara Toda Jonsson bakið og ynskja hann at piparið grør, tí hann ikki hevur viljað spælt fyri tjóðarlandsliðið í seinastu er lítið uppbyggjandi. Hví ikki heldur lata farið vera farið og heldur hyggja frameftir. Leggja gamalt agg aftur um okkum. Hvar tað so enn finst. Og ístaðin royna at síggja nýggjar møguleikar í framtíðini.

Tað skal vera okkara vón, at FCK vinnur donsku kappingina og harvið tryggjar føroyska spælaranum møguleikan at royna seg millum heimsins frægastu við tí hjáúrsliti, at hann á henda hátt eisini kann vera við til at skapa áhuga fyri føroyskum fótbólti sum heild.

Í slíkari støðu kann hann so fáa ta so týðandi altjóða rutinuna og avbjóðingina, sum allir góðir spælarar hava brúk fyri. Og eyndast tað, kann hann so gerast ein sera góður ambassadørur fyri okkum øll og hvør veit tað kann so kanska eisini vera lykilin til ta hurðina, sum kanska longur stendur á glopp fyri Toda at koma á aftur landsliðið.

Og kundi slík gongd latið dyrnar upp fyri einum nýggjum og bjørtum samstarvi millum okkara landslið og føroyska spælaran í Danmark, tá kundi hent, at vit aftur sóu hann á landsliðnum. Koyr á Todi. Koyr á landsliðið. Farið er farið. Vit mugu byggja brýr og hyggja frameftir. Tað er at geva tí einstaka møguleikar, og tað er at sameina allar góðar kreftir. Góðan dyst Todi og góða kapping víðari á leikvøllunum í Evropa og vónandi eisini á framtíðar føroyskum landsliðum, sum fara at hava brúk fyri øllum góðum kreftum.

Sosialurin