Búskaparráðið ger vart við, at fortreytin fyri einum skilagóðum uppgávu- og arbeiðsbýti millum land og kommunur er, at kommunurnar gerast nógv færri í tali. Ráðið sigur, at skulu kommunurnar kunna átaka sær fleiri uppgávur, sum yvirhøvur eru vanligar fyri kommunur, er neyvan rúm fyri fleiri enn 4-7 kommunum. Búskaparráðið undirstrikar sostatt, at um føroyingar ynskja ein búskaparliga skynsaman kommunalan sektor, so er tað ein avgjørd fyritreyt, at kommunurnar gerast væl færri í tali, og at ein millumkommunal útjavning verður skipað. Hetta er greið tala, sum gevur okkum øllum nakað at hugsa um.
Tilmælini eru meira principiel enn ítøkilig. Skipanin skal javna út munirnar í skattagrundarlagnum. Við sama skattaprosenti ger útjavningin kommunurnar førar fyri at ráða yvir somu skattainntøku fyri hvønn íbúgva. Hinumegin verður gjørd ein útjavning, soleiðis at kommunurnar á nærri ásettum økjum – so sum barnaansing, skúlaverk og eldrarøkt – gerast førar fyri at bjóða sínum borgarum somu tænastu. Tað er ikki ein fyritreyt, at kommunurnar hava sama skattaprosent, eins og tað heldur ikki er nøkur fyritreyt, at kommunurnar veita sínum borgarum somu tænastu. Men, sigur ráðið, skipanin gevur kommununum møguleika at brúka útvið sama skattaprosent, eins og skipanin gevur kommunum møguleikan at bjóða sínum borgarum á leið somu tænastu. Búskaparráðið nevnir eisini, at hóast tað eru borgararnir, sum tá ið samanum kemur gjalda eina millumkommunala útjavningarskipan, so ber hon einans við sær eina útjavning millum kommunurnar – ikki ímillum borgararnar. Hetta merkir, at eftir eina millumkommunala útjavning fer tað millum kommunur framvegis at vera stórur munur í inntøkuni eftir skatt í miðal fyri hvønn íbúgva. Nú hevur so Búskaparráðið tikið um notuleggin og nú slepst ikki undan at taka eitt álvarsamt orðaskifti og støðu til spurningin um eina kommunal útjavningarskipan. Eingin orsøk er tó til at leypa framav, men heldur at umrøða hetta mál væl og virðiliga í kommununum, teimum kommunalu felagskapunum og sjálvsagt á Føroya løgtingi. Frágreiðingin er komin í tøkum tíma og hevur uppiborið eina seriøsa viðgerð av frá øllum avvarandi pørtum.
Sosialurin










