Tjóðpallurin kann metast sum eitt framhald av Leikpalli Føroya, ið varð settur á stovn fyri nøkrum árum síðan sum ein grunnur. Við Leikpallinum kom leiklistin á fíggjarlógina og fekk hervið tað viðurkenning, ið henda listagrein hevur uppiborið. Hetta var í sjálvum sær eitt framstig og eiga tey fólk, sum í gjøgnum árini hava virkað innan Leikpallin stóra tøkk uppiborna. Hinvegin var øllum greitt, at við tí formi, ið Leikpallurin hevði, vóru møguleikarnir fyri menning og vøkstri avmarkaðir.
Tjóðpallurin er eisini eitt úrslit av teimum framstigum og tí menning, sum hevur verið innan yrkisleiklistina, síðan Føroya fyrsti yrkislærdi leikari, Eyðun Johannessen, kom aftur til heimlandið. Skal nakar einstaklingur nevnast í nýggjari føroyskari leilistasøgu, so má tað vera Eyðun. Tað hevur sjálvsagt eisini gagnað sakini, at Eyðun, hóast hann er vorðin navnframur uttanlanda, hevur valt at virka í Føroyum. Hetta eiga vit øll at fegnast um.
Eins og Leikpallur Føroya fevndi um bæði yrkisleik og áhugaleik, fevnir nýggja lógin um báðar greinir. Av teimum mentanarligu álitum, ið eru komin uppá prent, skilst, at tørvur er á bæði yrkisleiki og áhugaleiki. Tað er tí skilagott, at nýggja lógin tryggjar áhugaleikin, samstundis sum hon fyri skapar mennandi karmar um eina føroyska yrkisleiklist. Lógin um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist er eitt stórt mentanarligt framstig. Hon er ein almenn viðurkenning av tí týdningini leiklistin hevur fyri tjóðina, og hon skapar góðar virkismøguleikar fyri tey, ið hava valt sær útbúgving sum yrkissjónleikarar. Í hesum høpi eigur at verða mint á, at játtaninin á fíggjarlógini er ein fortreyt fyri, at nýggja lógin kann koma at virka eftir ætla. Tað er tí at vóna, at løgting og landsstýri liva upp til ta fíggjarligu ábyrgd, sum nýggja lógin leggur á hesar myndugleikar. Stóri meirilutin fyri lógini boðar í so máta frá góðum. Sosialurin ynskir leiklistini og øllum Føroya fólki til lukku við stóra mentanarliga framstiginum, Tjóðpalli Føroya.