Oddagrein: Tillukku til B36

Mikukvøldið skrivaði B36 ein flottan part av føroyskari fótbóltssøgu, tá teir sum fyrsta føroyska felag spældu seg víðari í Evropisku meistarakappingini.
Grundarlagið undir sigrinum á maltesiska Birkirkara varð skapt á Malta, har føroyska liðið vann ein flottan 3-0 sigur, og tí var javnleikurin á heimavølli mikukvøldið nóg mikið at tryggja víðari luttøkuna.

Hóast maltesiska liðið kanska ikki telist millum tey sterkastu, sum hava vitjað her á landi, so er sigurin hjá B36 eitt greitt tekin um, at føroyskur fótbóltur  eisini í felagshøpi  hevur gjørt stór framstig, síðani altjóða luttøkan varð veruleiki í 1992. Og at talan eisini er um næsta ár á rað, at B36 spælir seg víðari, eftir at teir í fjør bastu íslendska ÍBV í UEFA-Cup, staðfestir eisini støðuna hjá B36, sum í løtuni má sigast at vera ein av fremstu flaggberum okkara í altjóða høpi.

Nú bíðar helst størsta avbjóðingin, sum nakað føroyskt felag hevur havt, tá føroyameistararnir komandi mikudag trína inn á velduga heimavøllin hjá Fenerbache, sum sigst hava nakrar av mest fanatisku heimaáskoðarunum í Evropa. Ein uppgáva, sum krevur bæði hegni og hepni  men ikki minst dirvi og áræði. Og vilja vit nýta høvi til at ynskja B36 bæði tillukku við bragdinum, sum higartil er framt  og góða eydnu í møtumiklu uppgávuni.

Og samstundis benda hini føroysku úrslitini á, at stór framstig eru hend. Iðranin um, at tað glapp á stokkinum hjá HB, gerst eisini eyka stór, tá hugsað verður um, hvat hetta kundi merkt fyri føroyskan fótbólt. Tí megna fremstu lið okkara at koma á eitt støði, har tey verða styrkismett soleiðis, at mótstøðuliðini koma úr allar veikastu londunum, kann víðari luttøka gerast mest sum gerandiskostur. Og bæði ítróttarliga og fíggjarliga vil altjóða luttøkan tá gerast eitt enn størri íkast til føroyskan fótbólt. Eitt íkast, sum enn einaferð undirstrikar tað rætta í avgerðini, sum á sinni varð tikin, tá føroyingar lupu upp í altjóða fótbóltsheimin.