Khader er ikki hvør sum helst, hann er altjóða viðurkendur serfrøðingur í fólkaræðiligum málum og integratiónsmálum. Hann kom til Danmarkar sum ellivu ára gamal úr Sýria við palestinskum bakstøði og er útbúgvin cand. polit. Hann er sostatt nakað av einum mynsturbrótara, og er kendur sum ein klókur og virdur luttakari í almenna orðaskiftinum úti sum heima. Undir Muhammedkreppuni tók eina djarva støðu og hevur síðan livað við fastari politiverju, tí yvirgangskroppar liggja honum eftir lívinum.
Ein skuldi trúð, at ein slíkur persónur hevði áhuga hjá ikki bert einum breiðum almenningi men eisini hjá teimum, ið umboða almenningin. Vit hugsa um okkara fólkavaldu. Ikki ein tann einasti tingmaður ella landsstýrismaður so frægt sum hirdi at møta til fyrilestur Khaders. Her var so enn eitt dømi um tann trótandi áhuga fyri demokratiskum orðaskifti, sum tíverri sermerkir okkara politikkarar. Her sóu vit enn eitt dømi um ta líkasælu, ið eyðkennir okkara fólkavaldu! Vitjan Khaders var eitt einastandandi høvi at kunna seg við nakrar grundleggjandi spurningar og trupulleikar, sum við fullari ferð eru á veg inn í samfelag okkara, spurningar, ið eru frammi í umheiminum. Men sum vanligt við týðandi almenn tiltøk, har ein skal kunna rokna við, at politikkarar møta upp við eini meining, taka lut og markera, at vit eru eitt vælvirkandi fólkaræði, ella bara lurta um ikki annað, ja, har vóru okkara politikkarar ósjónligir. Bert nøkur av teimum vanligu glepsunum í firtnum lesarbrøvum.
Hvat er hetta fyri nakað? Er hetta likasæla ella bara heimføðisskapur? Arrogansa? Ótti fyri tí fremmanda? Er hetta tann tíverri alt ov vælkenda ”Tað skal eingin koma her og siga okkum nakað” støðan? Vit búgva her og tí vit vita best! Ella bera tey ósjónligu boð um eitthvørt uppaftur meira ódámligt? Var hetta bert enn eitt dømi um ta líkasælu við alt, ið ikki gevur atkvøður, ið tíverri í alt ov stóran mun eyðkennir okkara fólkavaldu?
Øll, sum vóru til fyrilestur Khaders, eru samd um, at hann var óvanliga áhugaverdur og viðkomandi at lýða á. Tað er tí ikki sørt harmiligt, at væntandi áhugin og vælkenda líkasælan, sum tykist eyðkenna flestu av okkara politikkarum enn einaferð er komin til sjóndar hjá teimum ósjónligu. Vit standa frammanfyri somu trupulleikum sum okkara grannalond. Vit eru sogin inn í altjóða meldurin. Hetta er ikki ein støða, sum eggjar til tað, sum ein vælkendur tingmaður plagdi at kalla strutsapolitikk. Her hjálpir ikki at stinga høvur í sand, men her verður brúk fyri, at øll taka ábyrgd og sýna áhuga.
Sosialurin