– Tað er við sorblídni, at hetta tilmælið verður givið. Grindin hevur tænt føroyingum væl í mong hundrað ár og man eiga lívið í mongum føroyingi gjøgnum øldirnar. Men tíðir og umhvørvi broytast, og tí meta vit tað heilsufakliga n
Tað var í høvuðsheitum tveir vandar, sum teir vístu á við at eta grind. Annar er, at dálkingarevni í grindini tykist at økja um vandan fyri at fáa Parkinsonsjúku hjá teimum, sum eta grind ofta. Hin er vandin fyri, at blóðtrýstið hækkar, og kálking í hálslívæðrum verður økt hjá fólkum við nógvum kyksilvuri í kroppinum. Illgruni um at nøringarevnini minka orsakað av dálkingarevnum í grind og spiki verður eisini kannaður.
At hetta er eitt ógvuliga kontroversielt mál prógvaðu reaktiónirnar, sum komu. Á tingsins røðarapalli vórðu læknarnir niðurgjørdir av betrivitandi tingmonnum.
Bill Justinussen helt, at vit hava ikki brúk fyri granskarum, sum siga, at vit ikki skulu eta grind. Jenis av Rana helt, at kanningin ikki stendur mát vísindaliga - og at talan vara bara um tveir tilvildarligar læknar. Alfred Olsen segði, at meðan ágangurin fyrr kom uttanífrá, so kemur hann nú innanífrá.
Tað sigur seg sjálvt, at eitt so víðgongt tilmæli skapar røring. Grindadráp hevur so nógv við kenslur at gera.
Men vit kunnu ikki bara stinga høvdið í sandin. Er tað so galið, at grindin er so dálkað og so skaðilig, so skal tað sjálvandi fram - og so skulu tilmælini grundast á tann veruleikan. Vit eiga ikki blanda hetta saman við trýsti frá umhvørvisverndarfeløgunum. Men høvdu fólkini í hesum felagsskapum tikið við læru av hesum, og fingið heimlond teirra at steðgað ógvusligu dálkingini, so kundu vit fingið respekt fyri teimum.
Men tað er ikki tað, sum tað gongur út uppá hjá hesum víðgongdu felagsskapum. Heldur er talan um at skaffa pengar frá marglætis-millióningum - so fólk kunnu hugna sær á ævintýraferð saman við monnum sum Paul Watson. Teirra umsorgan fyri náttúruni er tann reini glantrileikur.
Men vit í Føroyum eiga at taka hendan vandan í álvara og taka avgerðir út frá tí, at grindin er ikki heilsugóð mannaføði – og verður tað valla í framtíðini.










