Tað eru óivað mong, sum seta spurnartekin við, hví vit skulu vísa samhuga fyri samvitskufangum her á klettunum úti í Atlantshavi. Lond, sum seta fólk í fongsul tí tey ikki hava røttu trúnna ella røttu politisku áskoðanina, eru so fjart frá okkum, og valdsharrarnir gáa ikki um, um nakrir føroyingar gera vart við órættvísi í hesum ella hasum landinum. Soleiðis hugsa óivað mong.
Men soleiðis mugu vit ikki hugsa. Vit eru partur í altjóða samfelagnum og tað er týdningarmikið, at vit eisini eru við og stuðla arbeiðnum fyri mannarættindum, eins og tað hevði týdning, at vit eisini gjørdu vart við okkum í friðarrørsluni í áttatiárunum fyri at mótmæla tí vitleysu krígsdubbingini sum tá fór fram bæði eystan- og vestanfyri.
At vit gera vart við okkum og eru uppi í stríðnum fyri mannarættindum hevur eisini týdning fyri okkara ungu ættarlið, og vit mugu ikki gloyma at kunna og upplýsa um hesi viðurskifti, so tey ungu eisini verða tilvitandi um henda og aðrar líknandi spurningar, tí rættvísi og fólkaræði kemur ikki av sær sjálvum. Eisini hesum rættindum skulu vit stríðast fyri og støðugt vera á varðhaldi fyri at verja.
Føroyska deildin í Amnesty International hevur flestu árini síðani hon varð stovnað einaferð í sekstiárunum verið virkin. Nógv fólk hava gjørt eitt ómetaliga stórt og ósjálvsøki arbeiði í felagnum fyri samvitskufangar í eini roynd at fáa hesar leysar. At hetta arbeiðið hevur týdning fingu vit at vita fyri stuttum, tá skyldkona hjá samvitskufanga vitjaði her fyri at takka fyri stuðulin úr Føroyum.
Nú altjóða mannarættindadagur er, heitir Amnesty International Føroya deild á fólk um at senda eina heilsan - eitt kort ella eitt bræv - til nøkur av
hesum fólkunum, sum verða forfylgd ella sum skulu verða í fongsli um høgtíðina, sum stendur fyri durum. Amnesty International vísir á, at heilsurnar bera vón og eggjan í eini svárari tið.
Men heilsurnar siga eisini myndugleikunum, at altjóða samfelagið hevur eyguni eftir teimum. Tað kann gagna málunum hjá fangunum og verja teir og familjur teirra móti fleiri álopum.
Vit lata áheitanina hjá Amnesty um at stuðla fara víðari og heita á fólk um at sýna samhuga og tendra ljós í vindeygunum í kvøld fyri teimum, sum av órøttum sita í fongsli orsakað av teirra kyni, húðaliti, trúgv ella politisku sannføring.
Sosialurin









