Oddagrein: Útbúgvingarnar hava skund

Formenninir fyri Føroya Pedagokfelag og Føroya Lærarafelag hava verið úti og víst á álvarsom viðurskifti í sambandi við støðuna í fólkaskúlanum og í dagstovnunum. Tað eru stórir trupulleikar á hesum økjum. Størsti trupulleikin er trotið á lærarum og námsfrøðingum.

Fólkaskúlin og dagstovnaøkið eru grundvøllurin undir samfelagnum. Í dagstovnunum verða børnini sosialiserað og vand til at vera saman við øðrum.. Tey vinna sær teir sosialu førleikar, sum eru eins týdningarmiklir fyri børnini sjálvi og fyri samfelag og skúla. Hevur dagstovnaøkið tað ikki gott, so gongur hetta ikki bara út yvir børnini, men tað gongur í øðrum lagi út yvir alt samfelagið. Ein fortreyt fyri góðum og vælvirkandi dagstovnum er nóg mikið av vælútbúgvnum námsfrøðingum.

 

Fólkaskúlin hevur sína sera stóra uppgávu. Hann skal m.a veita næmingunum kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini. Hartil skal fólkaskúlin skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúp-hugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum. Skúlin skal geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling, menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna fyri bert at nevna nøkur av førleikakrøvunum.

 

Hetta er ein ómetaliga stór uppgáva, sum setur stór krøv til lærara, leiðslur, til land og kommunur. Vit kunnu staðfesta, at sama er galdandi fyri skúlan sum fyri dagstovnaøkið: Hevur fólkaskúlin tað ikki gott, so gongur hetta ikki bara út yvir børnini, men tað gongur í øðrum lagi út yvir alt samfelagið, og ein fortreyt fyri góðum og vælvirkandi skúla er, at nóg mikið er til av vælútbúgvnum lærarum. Tað hevur tískil alstóran skund at fáa nýggju lærara- og pedagokútbúgvingarnar á masterstøði at virka. Hinvegin hevur formaðurin í Lærarafelagnum rætt, tá hann sigur, at verða útbúgvingarnar ikki lidnar til komandi undirvísingarár, so er betur fyri allar partar at bíða heldur enn at at taka lesandi upp eftir gomlum og avoldaðum skipanum. Nú má avvarandi landstýriskvinna taka sær um reiggj og útvega neyðugt tilfeingi, so arbeiðið við nýggju útbúgvingunum, sum byrjaði so væl undir fyrra landsstýrismanninum, kann verða gjørt til lítar og liðugt skjótast.

Sosialurin