ODDAGREIN: Tað lovar ikki gott

Hvørt mansbarn á fold mann hava hoyrt um Buch og Gore, nú flest allir heimsins fjølmiðlar dag um dag hava borið tíðindi fram um amerikonsku forsetavalevnini. Eftir óvissu um úrslitið av valinum fall nú endaliga avgerðin í Hægstarætti, sum hevur við sær, at Buch verður næsti forseti USA.

 

Við sjálvt valið í statinum Florida stóð nærum á jøvnum millum Gore og Bush. Hóast republikanska yvirvøldin har útpeikaði Bush til vinnara, so kundu demokratarnir ikki góðtaka hetta m. a. vísandi til, at maskinurnar megnaðu ikki at telja rætt. Kravt varð tí, at upptalt varð av nýggjum við hond. Endin varð, at ein onnur republikansk yvirvøld, hesaferð dómarar í Hægstarætti vístu aftur kravinum um at telja av nýggjum við hond. Harvið fekk Bush sigurskransin, og ein vónsvikin Al Gore mátti taka til eftirtektar avgerðina hjá Hægstarætti, tó at hann segði seg vera ósamdan.


Tíðin fer at vísa, um nakað hald hevur verið í skuldsetingunum hjá demokratunum móti uppteljingini í Florida. Í næstum fáa fjølmiðlar og onnur, sum ynskja tað, fult innlit í atkvøðurnar, soleiðis, at tær kunnu teljast umaftur við hond. Hóast tað ikki flytur nakran forseta, so kann tað gerast ein psykologiskur thrillari av aðrari verð: at ein forseti fyrst verður tikin í eið fyri harnæst at kunna verða skýrdur sum taparin. Tað verður ein svartur dagur í amerikanskari søgu tá og um ein heilt nýggj uppteljing og uppgerð við allar atkvøðurnar verður gjøgnumførd. Hinvegin er vanlukkan longu hend, nú mong meta, at avgerðin hjá einum dómstóli, sum hevur meirilutan av republikanarum aftan fyri seg, er meira politisk enn løgfrøðilig. Eftirtíðin fer uttan iva at finna fram til, hvat veruliga fór fram til valið í Florida, har bróður Bush hevur valdið.


Ein skal helst vera varin við ikki at gera ov skjótar niðurstøður. Men nógv bendir á, at við Bush sum forseta og við tí heri av fyrrv. hernaðarpersónum hann fer at hava rundan um seg við ovala borðið í Hvítu Húsunum, fer heimurin at vera ótryggari at búgva í. Vit kunnu ímynda okkum, hvussu tann veiki, óroyndi og lítið upplýsti Bush fer at klára torførar støður, ið kunnu taka seg upp her ikki minst í 3. heiminum, nú hann verður umgirdur av fyrrverandi hermonnum sum ráðgevum! Vit kunnu eisini seta spurnartekin við, hvussu støðan fer at blíva á sosiala økinum í USA, nú ein høgravendur Bush helst fer at skerja henda sektorin. Ella á kriminella økinum, tá allar forðingar fyri at hava vápn uppi í sær verða tiknar burt. Ella tá stórar upphæddir verða brúktar til rakettverjuskipanina. Ella tá mannarættindafelagsskapir fara at strongja á at fáa avtikið deyðarevsing osfr. Bush letst vilja søkja móti miðjuni, men veruleikin er, at hann og hansara stuðlar í nógvum eru at meta sum høgraheykar. Tað lovar ikki gott fyri hvørki USA ella umheimin.


Sosialurin