Tað vóru fyrstu viðmerkingarnar frá løgmanni eftir veljarakanningina fríggjadagin, sum gav Sambandsflokkinum ein sera stóran lúsing. Sambært kanningini er afturgongdin hjá Sambandsflokkinum størri enn nakrantíð í 108 ára longu søgu floksins.
Tað man uttan iva vera ein roynd at flyta fokus, tá úrslitið av veljarakanningini fær løgmann at hugsa um eina fullveldissamgongu. Tí tann støðan er ikki broytt. Tjóðveldi gongur 4,7 prosentstig fram, men Fólkaflokkurin gongu neyvt tað sama aftur. Og eitt samstarv millum Fólkaflokkin og Tjóðveldi um fullveldi man liggja rættiliga langt úti í óvissuni. Tað verður uttan iva seinur dagur, til fullveldismálið aftur stendur ovast á breddanum.
Men løgmaður hevur uttan iva fingið ein hvøkk. Hóast allar ávaringarnar, bæði innanhýsis og uttanhýsis, so hevur løgmaður hildið fast um linjuna hjá Fólkaflokkinum.
Kanningin bendir á, at vit skulu hava nýggja leiðslu í Tinganesi. Sum fjórði størsti flokkurin fær Sambandsflokkurin ikki leiðsluni, og tí hevði tað verið Aksel V. Johannesen, sum skuldi skipað nýggja samgongu. Hann hevur tveir møguleikar. Annar er, at andstøðan tekur ræði og samgongan verður andstøða.
Aksel V. Johannesen hevur helst styrkt støðu sína við at avskriva Fólkaflokkin. Tí nú veit veljarin við vissu, at samstarv ikki verður við Fólkaflokkin, og tí fer Aksel V. Johannsen ikki at líða undir tí sama sum Kaj Leo Johannsen – og Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal – at hann er í lummanum hjá Fólkaflokkinum.
Tjóðveldisflokkurin hevur ikki – og fer ikki – at avskriva Fólkaflokkin sum samstarvsflokk. Tað er politiskt ógjørligt. Hendan støðan fer uttan iva at ávirka javnvágina millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Sambært hesari kanningini til fyrimuns fyri Javnaðarflokkin.
Annar samgongumøguleiki er, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skipa samgongu – helst saman við einum triðja flokki. Tað kundi verið Tjóðveldi, men meir sannlíkt ein av teimum smáu flokkunum. Tann møguleikin er ikki aktuellur sambært hesari kanningini, tí undirtøkan hjá Sambandsflokkinum er so lítil, at tað mugu í minsta lagi tveir av teimum smáu flokkunum við.
Eyðvitað liggur ein boðskapur frá veljarunum í eini slíkari veljarakanning. Eini greið boð til løgmann, at nú má hann saðla um. So stórar flytingar, sum vit síggja í hesari veljarakanningi, siga okkum, at ónøgdin er stór. So stór, at tað helst fer at síggjast aftur á valinum.











