Soleðis gjørdi løgtingið, sum noktaði at játta pengar til at kanna viðurskiftini kring fallittin hjá Eik Banka til botns.
Í desember fekk Skráseting Føroya ein granskingarfrágreiðing frá Eyðfinni Jacobsen, advokati, sum hevði kannað ávís viðurskifti hjá Eik Grunninum.
Men av tí at fleiri pengar ikki eru játtaðir – og ikki verða játtaðir, so ber ikki til at kanna viðurskiftini nærri – hóast advokatfrágreiðingin setir nógvar kritiskar spurningar, bæði ímóti høvuðspersónunum í kollsiglda Eik Banka, men eisini ímóti teimum, sum hava varðað av teimum stovnum, sum skuldu hava eftirlit við bankanum.
Skráseting Føroya fekk ein triðing av teirri upphædd, sum stovnurin vildi hava til tess at kanna viðurskiftini til botns. Soleiðis er bara ein triðingur kannaður, og tað merkir, at tveir triðingar ikki eru kannaðir.
Finansiel Stabilitet sprændi milliardir inn í bankan, soleiðis at bankavirksemi kundi halda fram, og soleiðis at bankin fekk røkt sínar skyldur mótvegis sínum viðskiftafólkum.
Partaeigararnir mistu allar sínar pengar. Í síni tráðan at selja partabrøv hevði bankin lokkað nógv fólk at seta pengar í. Fleiri vøggugávur og barnauppsparingar vórðu konverteraðar til partapening, sum allur fór fyri skeyti.
Sambært tí, ið komið er fram, so ábyrgdarfólk í bankanum, farin langt út um sínar heimildir. Men hetta skal ikki kannast. Løgtingið vil ikki vita, hvussu rætti samanhangurin er. Tað tykist heldur ikki, sum um aðrir eftirlitsstovnar hava serligar áneyðir at fáa allan sannleikan á borðið.
Vit kunnu so bara spyrja hví? Eru tað fólk í politisku skipanini, sum ikki tora at fáa sannleikan á borðið? Eru tað fólk í eftirlitsstovnum, sum ikki vilja hava sannleikan á borðið?
Tað er av mistøkum, vit læra. Men vilja vit ikki hva at vita, hvussu nakrir fáir persónar kundu koyra ein gamlan og tryggan peningastovn á heysin, so læra vit heldur ikki av tí.
Sjálvandi skal sannleikin á borðið. Tað líkist svartasta ongum, at løgtingið sópar málið undir gólvteppið!










