Enn sum áður trætast løgfrøðingar og stjórnmálafrøðingar um heimastýrislógina. Heimastýrislógin hevur sínar vinir og sínar fíggindar. Til vinirnar hoyra Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin. Í roynd og veru var eingin av hesum flokkum í síni tíð fegin um lógina. Sambandsflokkurin helt lógina fara ov langt og hinir báðir mettu hana røkka ov stutt í spurninginum um føroyskt sjálvstýri. Fólkaflokkurin helt sum vera man lógina geva alt ov lítið sjálvræði og óneyðugt er at nevna, hví Tjóðveldisflokkurin allar dagar hevur verið hart ímóti lógini og tí politisku skipan, ið er avleidd av lógini. Allir hesir flokkar og eisini nýggir flokkar, ið eru komnir til, hava tó arbeitt og virkað undir heimastýrisskipani og staðfestast kann, at allir hava roynt meira ella minni av fullum huga at menna føroyskt politiskt sjálvræði innan teir karmar henda lóg setir skipanini. Tað má eisini ásannast, at uttan mun til, hvat stórir partar av fólkinum halda um lógina, eru Føroyar hesi seksti árini mentar til eitt av heimsins mest framkomnu samfeløgum. Henda menning var ikki, um vit ikki høvdu tað sjálvræði, ið kom við heimastýrislógini. Hetta, at løgting og landsstýri fingu ræðið á skatta- og avgjaldsmálum, kommunumálum, vinnumálum, útbúgving, mentan og gransking, fólkakirkju og ræði á eini vaksandi røð av málsøkjum, ið meira ella minni liggja á lógarinnar gráa øki hevur sjávsagt havt avgerandi týdning fyri føroyska menning og samleika.
Nú er stund at ásanna, at tíðin er farin frá heimastýrislógini og tí støðu, ið hon gevur Føroyum í ríkisfelagsskapinum. Føroyingar eiga nú í góðari semju at finna fram til eina aðra og betri hóskandi skipan. Hvørt henda skipan skal enda við loysing ella einari nýggjari og meira frælsari støðu í einum broyttum og nútímansgjørdum ríkisfelagsskapi, má avklárast innan alt ov langa tíð. Vit hava sum tjóð og fólk ikki ráð at klandrast um sjálvstýri og samband í allar ævir. Hetta er alt ov orkukrevjandi og spjaðandi. Tað liggur tí ein sera stór ábyrgd á øllum flokkum. Tíðin við fullveldislandsstýrinum vísti, at tað er ikki breið semja í fólkinum um loysing. Hinvegin er eingin nøgdur við verandi støðu, ið ikki hóskar til okkara tíð og okkara samfelagsmenning. Síggja vit burtur frá royndunum hjá undanfarnu samgongu at skapa eina breiða tjóðskaparliga semju, hevur sjálvstýristilgongdin higartil ikki verið nøktandi.. Nú mugu vit hava eitt breitt og sakligt fólksligt orðaskifti og í góðari tjóðskaparligari semju finna eina skipan, ið ein breiður meiriluti tekur ábyrgd av, tekur undir við og kennir seg tryggan við.
Sosialurin









