Aðrar kommunur í Føroyum við betýðiligt minni av umsitingarligari orku enn Tórshavnar Kommuna kunnu bjóða borgarum sínum parttíðar barnaansing. Hetta megnar Tórshavnar Kommuna av onkrari orsøk ikki.
Hetta er ringt at skilja, tí eftirspurningurin eftir hálvtíðaransing er stórur. Samfelagið er soleiðis innrættað í dag, at tey, ið ynskja at hava børn síni heima, illa fáa gjørt tað, tí at øll onnur børn eru á stovni. Fyri slík hevði hálvtíðaransing verið eitt fínt tilboð. Eisini vildi hálvtíðaransing verið eitt fínt tilboð hjá fólki, sum arbeiða skeivar tíðir á døgninum.
Kobla vit so omanfyristandandi argument saman við tí faktum, at tað er bíðilisti til barnaansing í Tórshavnar Kommunu, so er uppaftur meiri óskilligt, at kommunan ikki bjóðar parttíðar barnaansing. Nógv høvdu tikið av hesum tilboði, og tað hevði frígjørt nógv pláss og stytt um bíðilistarnar.
Barnaansing er ein tænasta, sum skal tillagast brúkaran. Viðhvørt tykist sum um, at brúkarin noyðist at tillaga seg tænastuna, hvat barnaansing viðvíkur. Væntandi hálvtíðartilboðið í Tórshavnar Kommunu er eitt dømi um hetta.
Eitt annað dømi er, at barnagarðar stongja í ferium og at barnagarðar steingja vegna fundarvirksemi. Hetta er ein óskikkur, sum ikki eigur at koma fyri. Hugsið tykkum, um Smyril bleiv lagdur í 14 dagar vegna feriu, ella lá ein hósdag, tí manningin skuldi á fund. Hetta hevði sjálvsagt ikki borið til, og ilt er at síggja, hví barnaansing skuldi verið øðrvísi.
Bara tað, at tað eru bíðilistar til barnaansing í kommunum, ber boð um vánaliga planlegging, tí tað kann hóast alt ikki koma óvart á kommununa, at fólk fáa børn. Hugsið tykkum, um tað var bíðilisti til fyrsta flokk í fólkaskúlanum – púra óhugsandi. Hví skuldi barnaansing verið øðrvísi?
Vónandi tekur størsta kommuna í landinum sær um reiggj og gerst ein fyrimynd á barnaansingarøkinum, heldur enn at vera eftirbátur sum nú. Byrjað kundi verið við at bjóðað hálvtíðaransing og harvið stytt um bíðilistarnir.
Sosialurin










