Oddagrein·Tá krubban er tóm.......

Kjakið um Norðoyartunnilin vísir meira enn nakað annað, at fíggjarligu karmarnir eru ov trongir til risaíløgurnar, ið sitandi samgonga hevur stungið út í kortið. Vit síggja, at 30 milliónir vænta í til at gera ferjulegu til Smyril í Havn, havnabyggingin í Suðri, ið er samtykt, fær heldur ongan pening næsta ár, Norðoyartunnilin fær ikki tann pening, ið lógin legði upp til, nðggja sjúkrahúsið fær onga útgerð og innbúgv í ar o.s.fr. Hví skar samgongan blokkstuðulin við 366 milliónum um árið, samstundis, sum hon fór í spanderibrøkurnar? Hví varð ikki lurtað eftir andstøðuni og búskaparfrøðingum?

Tað verður mangan ført fram, at um samgongan ikki skar blokkin við 366 milliónum, so fór andstøðan at brúka teir pengarnar. Problemið er, at pengarnir eru langt síðani brúktir av samgonguni, og nú er ringt at gjalda. Pengarnir skulu postast í tunlar, skip og havnir í nógv ár framyvir, og vegna alt ov ógvusliga niðurskurðin í blokkinum, verður hetta eftir øllum at døma uppá bekostning av børnum við cystiskari fibrosu og øðrum, ið hava tørv á sjúkraviðgerð.

Tað er tragikomiskt at eygleiða, hvussu alvorligt man tekur íløgukarmin, samstundis, sum landið ger undarligar konstellatiónir við almennum partafeløgum og lánifígging, fyri at sleppa undan sjálvdefineraða íløgukarmin. Er íløgukarmurin ov trongur ella ov víður, so er at broyta hann, heldur enn at fáast við eksotiskar samansetingar fyri at sleppa uttanum henda sjálvskapta karm.

Íløgukarmurin er eitt dogma, ið eingin vil pilka við, meðan kreativiteturin er øgiligur, tá landstðrismenn vilja brúka útum hendan karm. Tað sama tykist gera seg galdandi í umsitingini av almennum pengum.

Játtanarskipanin er alt ov trong og óliðilig. Hon er gjøgnumsúrgað av misáliti á almenn starvsfólk. Almennir stovnar hava ongan fleksibilitet við tí úrsliti, at skipsmáling og annar rakstur endar á tingorði sum eykajáttnarlógir. Pengar kunnu ikki yvirførast tvørturum nðggjár við tí úrlsliti, at almennir stovnar mangan fáa eitt løgið forbrúk í seinasta ársfjórðingi.

Hvussu er so við almennum partafeløgum, sum t.d. Vágatunnilin? Teir kunnu eftir øllum at døma alt, hóast tað eisini eru skattgjaldarans pengar, teir umsita.

Hvussu ber til, at ein almennur stjóri næstan ikki kann keypa frímerkir, uttan ein eykajáttan skal til, meðan eitt alment partafelag, ið harafturat ikki er umfatað av lóg um alment innlit, kann fara næstan 20 prosent uppum fíggjarætlanina, uttan nakrar sum helst avleiðingar. Stovnspengar eru yvirreguleraðir, meðan almenn partafeløg eftri øllum at døma kunnu gera sum teimum lystir, og enntá turka meirkostnaðin á brukaran. Okkurt má gerast, so balansa kemur i aftur! Livst so spyrst.

Sosialurin