Vit hava sagt tað á hesum stað fyrr, og siga tað aftur: Tað er ikki rætt, at ein av landins tyngstu fyritøkum reint tekniskt verður stýrd av kommunalpolitikarum, uttan serligan førleika at manna eina virkisnevnd. Hesin bygnaður er í besta føri ótíðarhóskandi.
Tað er púra rætt, at broyting eigur at henda í SEV, men tað, sum SEV stýrið skjýtur upp, er ikki mátin. Tað er ikki gagnligt, um stýrið í SEV fær makt og heimildir sum ein partafelagsnevnd, uttan tó at verða partafelagsnevnd undir partafelagslógini. Man kundi spurt, hví stýrið ikki bara skjýtur upp at umskipa SEV til partafelag við partafelagsnevnd, um tað er tað, man ynskir.
Er tað tí, at sitandi stýri metir, at eingin hevur meiri skil fyri at stýra SEV enn kommunalpolitikarar? Er tað tí, at sitandi stýri ikki vil lata sessirnar í stýrinum frá sær til eina professionella partafelagsnevnd?
Hvat sigur eigarin av SEV til alt hetta? Hvat sigur skattgjaldarin, sum situr kring landið? Vit hava ein av heimsins dýrastu streymprísum, og vit hava kommunalpolitikarar, sum sita tungt á rakstrinum av SEV. Kann tað ikki hugsast, at tey bæði tingini hanga saman?
Stýrið í SEV burdi spurt skattgjaldaran úti í kommununum, hvat hann vil. Einasta man fær burturúr tí, sum nú liggur á borðinum, er eitt stýri, sum at kalla fær sama vald, sum ein partafelagsnevnd, uttan at vera undirløgd somu krøvum frá eigarnum av fyritøkuni, sum er kommunuskattgjaldarin.
Vit kunnu leggja afturat, at hetta er sami kommunuskattgjaldari, sum sambært Kappingarráðnum kann hava goldið ov høgan streymprís í áravís. Sami eigari, sum sær, at leiðslan í SEV, sum man sjálvur hevur sett við at seta krossin við kommunuval, berjist við hond og fót móti, at Kappingarráðið skal hava nakað at siga um SEV. Hvat sigur kommunuskattgjaldarin til, at hansara egnu umboð – kommunalpolitikarnir, sum leiða SEV - royna at skáka SEV uttanum at verða undirlagt Kappingarráðið?
Ein professionell nevnd í SEV er vegurin fram, og eisini eigur SEV at verða undirlagt Kappingarráðnum, eins og alt annað. Hetta er óivað eisini tað, sum besta undirtøkan er fyri millum fólk, men kommunalpolitikarnir, sum stýra SEV, tora eftir øllum at døma ikki at spyrja, hvat eigarin av SEV- komunnuskattgjaldarin - vil.
Sosialurin