ODDAGREIN: Summi eru meira líka...

Hví skal man hava fráfaringarløn í 14 mánaðir, tá man sigur upp? Er tað tí, at arbeiðsgevarin hevur mist álitið á tær – ella er tað tí, at tú ert so fantastiskur, at tú hevur uppborið at fáa 1,2 milliónir krónur við tær, tá tú ikki tímir at arbeiða meira.

Í øllum førum halda fak­fel­ags­fólk­ini, sum sita í stýrinum fyri ALS, at summi fólk – kanska bara stjórar – eru so nógvar ferðir meira verd enn fak­fel­ags­lim­ir og ar­beiðs­leys, at tey skulu ber­ast á lógvum og hjúkl­ast skal um tey. Sektin á, at hægsta útgjaldið hjá ALS varð lækkað niður í 17.500 krónur um mán­­að­­ir, og ka­r­ens­dag­ar settir í verk.

Ger so væl! 1,2 milliónir krónur!

Tað fær stjórin í Ar­beiðs­loys­is­­skip­­an­ini, nú hann ikki tímdi at vera stjóri meira, tí – sum hann segði á Rás2 mikudagin – »hann ikki tímdi at enda í ALS«.

Men tað kann ikki vera allur sann­­leik­­in, sum Alfred Petersen, stýr­is­for­mað­ur, vísti á í gjár.

Tað kann ikki passa, at stýrið fyri ALS – í berum ovfarakæti – sam­tykk­ir at taka 1,2 milliónir krón­ur frá arbeiðsleysum til ein stjóra, sum als ongan rætt hevur til hes­ar pengar. Alfred Petersen segði tað sjálvur, at treytirnar hjá stjór­a­num í ALS vóru eftir lógini um stravs­menn. Tað vil siga, at stjórin hevur ein mán­að upp­sagnartíð – og ikki seks mán­aðir, sum advokaturin vildi vera við.

Tað, sum advokaturin helst bland­­ar við, er tá starvsmaður verð­ur uppsagdur. Og tað er rætt­i­liga á­hug­a­vert, at for­mað­ur­in í stýr­i­num fyri ALS hugsar um upp­søgn av stjóra. Tað fær okkum at mis­teinkja hann fyri at dylja veruleikan.

Vit kunnu sjálvandi bara gita, tí vit vita so yvirhøvur ikki, hvørjar upp­sagn­ar­treyt­ir stjórin í ALS hev­ur. Men ofta hava stjórar langar upp­sagn­ar­freistir. Tað gekk sjón fyri søgn við stjórunum í Eik Banka.

Hinvegin kunnu vit bara stað­festa, at stýrið í ALS – við trimum fak­fel­ags­um­boð­um á odda, Inge­borg Vinther, fyrrverandi for­kvinnu í Før­oya Ar­beið­ar­a­fel­ag, Jan Høj­gaard, for­mað­ur í Før­­oya Fisk­i­mann­a­felag, og Kartna Ravns­fjall, varalimur í nevndini í Starvs­mann­a­fel­ag­num, halda, at soleiðis eigur eitt slíkt mál at loysast.

Men vit kundu hugsað okkum at vit­að, hví fakfelagið hjá før­oysk­um ar­beið­ar­um, fak­fel­ag­ið hjá fiski­monn­um og fak­fel­ag­ið hjá øll­um al­ment sett­um starvs­fólk­um í Føroyum halda hetta vera í ordan. Halda limirnir í hesum feløgum virkuliga tað sama, sum teirra um­boð?

Men vita bara! Eingin ger nakað. Einki hendir.

Fakfelagspampararnir skovla sínar nevndarlønir inn – og so kunnu limirnir í kór rópa eitt trífalt hurrá fyri síni egnu korruptu skipan, sum tey sjálvi gjalda fyri!