Men eisini fólk í samgonguni finnast at. Ein teirra er Jenis av Rana, sum sigur seg ikki hava hjarta til politikkin hjá løgmanni. Kortini klárar onkur í samgonguni at »lumpa« Jenis, sum hann sjálvur kallar tað. Fyri góðum mánaði síðani gav Jenis fíggjarnevndini ein mánað at fáa sosiala elementið innaftur í politikkin.
Men í staðin fyri at geva eftir fyri Jenisi, so valdu samgonguumboðini als ikki at viðgera innihaldið í fíggjarlógarkarmunum, og tískil verður pínan útsett, og Jenis av Rana hongur við.
Tá útvarpsmaðurin fyrrakvøldið spurdi Jenis um trúvirði – um integritet, svaraði hann, at hann helt seg hava trúvirði – tað kundi hann best meta um, tí hann kendi bakgrundina.
Men tað er ikki altíð so, at tú sjálvur kanst definera tín integritet. Integritetur hevur eisini nakað at gera við kensluna av erligheit og sannleiksvirði í mun til, hvussu tú handlar. Tað mótsætta av integriteti – ella trúvirði er hykl. Livir tú ikki upp til tey virði, tú hevur sett tær – og sum í hesum føri veljarin eisini metir sum støðið, so er so skjótt, at integriteturin vendir til hykl.
Og tá tú gert teg til sjálvútnevndan verja hjá teimum á niðastu rókunum – men í verki fremur ein politikk, sum tekur frá teimum á niðastu rókunum og gevur teimum á ovastu rókunum, so kann trúvirði skjótt venda til hykl.
Tá tú »over night« kanst geva ríkum fleiri túsund krónur í skattalætta, sum tey fátæku skulu gjalda – og tá tú samstundis atkvøður ímóti at taka himmalrópandi serrættindi frá tær sjálvum og hinum politikarunum – vit hugsa um eitt nú tær 13.500 skattafríu koyripengarnar, sum politikarar fáa og feitu pensjónina, sum ikki verður skattað við inngjaldi, so er so skjótt, at integritetur og trúvirði vendir til hykl.
Tá tú kanst broyta fíggjarliga grundarlagið hjá øllum føroyingum so nógv, sum samgongan ger og hevur í hyggju at gera, so kanst tú eisini í eini handavend avtaka beinleiðis kraddarakend serrættindi hjá politikarum. Tað hevur sera nógv við trúvirði at gera.
Tá samgongan 30. mars kunnger, at pensjónsaldurin hækkar 1. januar 2013 við í minsta lagi einum ári – og at eingin nú vil kennast við hesa útsøgn, so sigur tað eisini nakað um samlaða trúvirði hjá samgonguni.
Tað plagar at vera Fólkaflokkurin, sum slær tónan ann. Spurningurin er so, um tann flokkurin umboðar trúvirðið, meðan hinir umboða hyklið?










