ODDAGREIN: Studentaskúlin í vandasjógvi

Tað var ikki sørt skelkandi at hoyra í tinginum mánadagin, at støðan á Studentaskúlanum í Hoydølum er so vánalig, at vandi er fyri, at Arbeiðseftirlitið steingir skúlan um nakrar vikur, um ikki nakrar neyðugar ábøtur verða gjørdar.

 

Um hesar ábøturnar verða gjørdar nú, kom ikki fram, tá landsstýrismaðurin svaraði einum fyrispurningi frá einum løgtingsmanni, men skal skúlin ikki steingja, mugu tær fyrstu ábøturnar gerast.


Tá sagt verður fyrstu ábøturnar, er tað tí, at nógv skal gerast við skúlan, sum eisini hevur verið fyri vantandi viðlíkahaldi í kreppuárunum og í árunum eftir at kreppan hasaði av. Upplýst varð, at neyðugt er at brúka einar 13 milliónir krónur saman tey næstu tvey-trý árini.


Hesin peningur má fáast til vega, hóast samlaða upphæddin til ábøtur og viðlíkahald einans er stívliga tríggjar milliónir krónur fyri alt tað almenna.


Hóast hetta er ein sera lítil upphædd, kundi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki bara sær, men koma við viðmerkingini um, at bæði landsstýrismenn og løgtingsmenn altíð hava hugskot um at brúka pening, meðan verri er at koma við uppskotum um, hvussu kann sparast.


Tað virkaði sum landsstýrismaðurin kki skilur, at neyðugt er at halda viðlíka, um ikki ein stór rokning knappliga kemur undan kavi. Og tað er tað, sum hendi við Føroya Studentaskúla nú. Annars eigur hann eisini at hava í huga, at viðlíkahald merkir eisini arbeiði og kann eisini menna førleikakrøv hjá handverkarum og øðrum tænastuveitarum. Eisini er viðlíkahald í sjálvum sær.


Tá alt hetta er sagt, so skal helst eisini sigast, at tað er kanska gjørt í so lítið við at umvæla Studentaskúlan, tí útlit vóru fyri, at ein nýggjur skúladepil varð bygdur úti við Marknagilsvegin.


Men líkt er til, at henda ætlanin er fryst niður fyribils. Tí eigur málið um at umbyggja og umvæla skúlan í Hoydølum at takast uppaftur. Ein arkitektakapping um hesa ætlan er tøk, og spurningurin er, um henda ætlanin ikki er væl bíligari enn at byggja ein skúladepil í Marknagili, hóast hann hevur sínar fyrimunir, tá hugsað verður um eitt framtíðar skúlaumhvørvi.


Fráboðanin hjá Torbirni Jacobsen kom sum ein skelkur fyri fleiri tingfólk ígjár. Aftur eit dømi um, at landsstýrið goymir ella gloymir alt ov nógv mál, tí eitt annað kent mál stjelur ta nógvu orkuna.


Sosialurin