Oddagrein· Stuðul valdast

Hóast tað ikki er talan um tær stóru útmeldingarnar, so hava vit hóast alt eitt ávíst orðaskifti í samfelaganum um hvønn vinnupolitikk, vit eiga at reka. Vit kunnu nevna orðaskiftið nýársdag í útvarpinum og vit kunnu vísa til fjølmiðlarnar fyri og eftir jólahalguna. Tað, sum eykennir orðaskiftið, er ein ávísur ótti fyri búskaparligu gongdini tey komandi árini. Bakgrundin er sjálvsagt fiskaprísirnar, kreppurnar í alivinnu og rækjuvinnu og teir bygnaðarligu trupulleikar, sum eyðkenna fiskivinnuna á landi.

Víst verður á tørvin á privatiseringum og á bygnaðarbroytingum, og krøvini um eina meira vinnurættaða gransking og menning eru nógv harðnað í seinastuni. Samstundis, sum hesar røddir hoyrast frá vinnulívsins umboðum, verður staðiliga ávarað móti at nýta almennan stuðul og almennan pening til at hjálpa teimum pørtum av vinnuni, sum eru í trupulleikum. Hetta setir myndugleikarnar í eina trupla støðu. Krøvini um ein virknan vinnufremjandi politikk harðna, samstundis, sum ávarað verður ímóti at nýta stuðul sum búskaparligt amboð. Tað er væl skiljandi, at vinnulívið ávarar móti einum nýggjum studningsbúskapi. Tað ynskir eingin.

Hinvegin síggja vit, at grannalond okkara júst í hesum árum fara inn við ovurstórum peningaupphæddum til tess at bjarga illa sperdum vinnugreinum. Seinasta dømi er úr Svøríki, har stjórnin júst hevur stuðlað SAAB við trimum milliardum svenskum krónum. Svenska vinnulívið og fakfeløgini fagna stjórnini fyri hennara áræði. Frá ES og WTO hoyrist ikki øvugt orð. Vit kundu nevnt fleiri líknandi dømi frá Noregi, teimum stóru ES londunum fyri ikki um at tala um Japan og USA. Tað ber til alla staðir at hjálpa vinnuni við almennum pengum bara ikki í Føroyum. Vit skulu vera rein og vit skulu framhaldandi revsa okkum sjálvi fyri syndirnar frá fýrsunum, uttan mun til, um hetta kemur at kosta arbeiðspláss og ein nýggjan túr í búskaparliga aldudalin. Føroyar skulu sum einasta land fyri vestan frásiga sær rættin til nýta fíggjarligu orkuna hjá tí almenna til at stabilisera búskapin við.

Hetta er ein løgin støða og alt fleiri spyrja seg, hvør tann veruliga grundin er til hesa fundamentalistisku marknaðarbúskaparligu turkatrúgv. Men stuðul valdast! Tað eru jú nógvir møguleikar, har tað almenna kann stuðla eina trongda vinnu uttan at fara inn við rakstrarstuðli og veðhaldum, sum gjørt varð í áttatiárunmum. Hví kemur vinnan ikki við nøkrum boðum uppá hesar møguleikar? Hví fáa vit ikki nøkur hugskot um, hvussu tað almenna kann fyribyrgja kreppur og hvussuleiðis tað almenna kann bøta um karmar vinnulívsins við at stuðla vinnugransking, innovatión, menning og vinnufremjandi átøk? Nú tykist tað, sum mentamálaráðharrin er raknaður við og er í útvarpinum komin við einum granskingarpolitiskum útspæli til frama fyri vinnulívið. Vit vita enn ikki, hvat ítøkiligt er í hesum, men vónandi verður tikið væl ímóti hansara initiativi. Eftir stendur tann ósvaraði spurningurin um mótviljan móti almennum initiativi. Kann hetta vera fyri at tvinga privatiseringarnar ígjøgnum fyri so at koma fram við slangunum til landskassan, tá hesar eru framdar? Hesum fáa vit okkum illa at trúgva. Sama ger - støðan er sera løgin og nógvir spurningar flakra í vindinum í hesum døgum.
Sosialurin