Oddagrein·Stormur í einum vatnglasi!

Tað, sum frá byrjan varð lagt upp til at blíva einstjórnarkreppa, tykist nú bara at enda sum ein stormur í einum vatnglasi. Skulu vit døma eftir viðmerkingunum hjá løgmanni, júst afturkomin til arbeiðis í Tinganesi. Skuldsetingarnar, ið Tórbjørn Jacobsen herfyri setti fram móti løgmanni og fiskimálaráðharranum, tykjast als ongar avleiðingar at fáa.

Løgmaður, ið meira ella minni verður kriminaliseraður av sínum samgongufelaga, vil nú bara hava at vita, um Tjóðveldisflokkurin stuðlar samgonguni. Tann spurningin nýtist hann ikki at seta, tí hann kennir svarið. Bæði formaður og næstformaður Tjóðveldisfloksins hava boðað frá, at útmeldingin hjá Tobba stendur bara fyri hansara egnu rokning. Tað virkar tí sum løgmaður vil leggja ein dempara á málið og helst fáa tað gloymt heldur enn at taka tað við rótina og ábyrgda allan Tjóðveldisflokkin fyri tað. Eingin stjórn nakra staðni hevði góðtikið at sitið við avgerandi atkvøðuni frá einum tingmanni, sum setir fram slíkar skuldsetingar móti tveimum av ráðharrunum.

Løgmaður vil so eisini hava at vita, hvat Tórbjørn Jacobsen sipar til, tá hann kemur fram við umrøddu skuldsetingum. Tað veit hann uppá forhond, at hann ikki fær. Og hann fær heldur onga umbering frá tingmanninum. Skal hann tí reinsa seg má hann stevna, og tað er júst tað, sum tingmaðurin ynskir (og møguliga allur Tjóðveldisflokkurin við, sum jú hevur eina ?hønu at royta? við løgmann sum takk fyri seinast í miseydnaðui fullveldissøk teirra).

Fyri at koma Tobba uppá forkant er løgmaður snildur og roynir at beina burtur allan iva um eitt ávíst mál, ið hevur verið frammi fyrr. Har gekk alt fyri seg sum tað átti er útmeldingin frá løgmanni. Er tað so, og hevur hann reint mjøl í posanum í øllum øðrum, so er væl einki til hindurs fyri at stevna tingmannin. Ger hann ikki tað, og tingmaðurin framvegis ikki vil út við nøkrum, so vil skuldsetingin móti løgmanni og løgmansembætinum standa ósvarað. Og tá má hon ikki sleppa.

Løgmaður sigur, at hann skilur ikki, hví skuldseting av hesum slag skal koma beint eftir at somu flokkar hava skrivað undir samgonguskjal og at hesir flokkar hava kunnað verið í stovu saman í fýra ár. Hesum kunnu vit geva honum rætt í. Men løgmaður veit eisini, at hann, sum hevur tosað um samgongu við breiðari uppbakking í fólkinum, kann ikki loyva sær, skal hann liva upp til henda sín setning, at halda fram við eini so smælari samgongu, sum longu frá byrjan er um at fara um tvøran. Hann skyldar Føroya fólki at steðga, meðan gott er, víðka sítt parlamentariska grundarlag, leggja frá sær og lata aðrar royna seg ella skriva út nýval. At halda fram nú sum einki var hent er ein misálitisváttan. Fyrr ella seinni endar aftur galið, tá meirilutin er so tepur og ótryggur. Hinvegin hevur sami løgmaður so tann moralska trupulleika, at hann í hvussu er í fortíðini hevur givið einum av sínum tingmonnum frítt spæl at herja á samgongufelagar, uttan at tað fekk nakra avleiðing. Ella hevur løgmaðurnú tikið í egnan barm og flokkurin tikið við læru? Og tí ikki kann góðtaka nakran trojanskan hest í samgonguni!

Sosialurin