Oddagrein· Stongið ikki Svimjihøllina!

Nú so nógv verður tosað og skrivað um heilsuspurningar, og okkara landsstýrismaður í heilsumálum hevur gjørt føroyska fólkaheilsu til sítt hjarta- og stríðsmál, munnu helst flest allir føroyingar taka undir við honum, føroyingar. Hvør ynskir sær og øðrum ikki eina góða heilsu

Men eitt eru orð, annað eru gerðir. Spurningurin er bara, hvussu komið verður víðari enn til bert eina stevnu og mál og mið. Tað krevur sjálvandi nakað av hvørjum einstøkum, men tað er eisini gott, um tað almenna, stovnar, feløg og sjálvt ráðharrar og landsins stjórn medvirka í hesum, eitt nú við at skipa fyri tiltøkum og ráðstevnum. Her tykist so longu at vera hent nakað. Enn ein heilsuráðstevna í eini røð av tiltøkum varð sett í gjár. Og gott í tykkum, sum fáa hetta í lag. Her mugu so fjølmiðlarnir eisini ganga undan og vera við til at geva sítt íkast.

Í allari hesari stóru ætlan eru tað so aftur smálutirnir og tær einstøku gerðirnar, sum telja. At tað í tí smáa, í hvørjum króki kring landið, verður gjørt nakað ítøkiligt til tess at fremja eina góða fólkaheilsu. Og hetta kann verða gjørt uppá hundraðtals mátar. Og fyri at koma við einum ítøkiligum íkasti, sum veruliga munar hava vit so eitt ítøkiligt uppskot til alt býráðið í Havn við bæði nýggja og fráfarandi borgarstjóranum á odda. Sitandi borgarstjórin kennir til tað, nú rørsla er so inn í hansara umhvørvi. Og sjálvur hevur komandi borgarstjórin røkt starvið sum ÍSF forseti í mong ár, og frá tí umhvørvinum veit hann tí fullvæl, hvønn týdning góð motión/rørsla hevur fyri okkara ungu og tilkomnu. Men tað er ikki altíð, at henda rørsla nýtist at stava frá kapping. Hon kann full so væl stava frá vanligum tiltøkum og gerðum í gerandisdegnum hjá mongum fólkum. Og her skal okkara ítøkiliga uppskot til býráðið alt vera: stongið ikki Svimjihøllina í Gundadali í desember mánað, tá fólk hava mest tørv á henni. Tá, vita vit av royndum, hvussu stressað øll eru, hvussu nógv verður etið og drukkið og harvið eisini, hvussu lítil rørslan hjá mongum er. Eisini er vert sum heild av hava í huga týdningin av nettupp rørslutiltøkum í jólamánaðinum. At hesi verða tikin frá fólki hesa tíð er tann øvugta gongdin, skal tosið um betraða fólkaheilsu gera nakran mun.

Fyri tey mongu, sum dagliga leggja sær leiðina niðan í Svimjihøllina í Gundadali er tað eitt risastórt afturstig og einki minni enn ein vanlukka, at høllin bráddliga verður stongd allan jólamánaðin og nakað eftir tað. Tað er tá vit hava brúk fyri høllini. Tí henda inniliga áheitan á býráðið: stongið ikki svimjihøllina. Finnið aðrar útvegir, flytið ella styttið um tíðina, tá høllin skal vera afturlatin. Gott í tykkum. Kanska landsstýrismaðurin í heilsumálum, nú hann er so íðin at vilja tryggja okkum eina góða heilsu, eisini letur eitt vælmeinandi og heilsugott orð falla hjá býráðnum og harvið eisini hjá sínum nýggja og umstrídda floksfelaga.

Sosialurin