Oddagrein: Stoltleikin endurvunnin

At landsliðið so ruddiliga er dyggasta markn­að­arføringin, sum Føroyar eiga, varð so ruddiliga staðfest í vikuni. Til teir báðar landsdystirnar vóru sam­an­lagt fleiri enn 200 útlendsk fjøl­miðl­a­fólk, og søluvirðið, sum hetta hevur havt við sær, kann neyvan gerast upp í peng­um.

Fyri at øðrum skulu dáma teg, er eisini neyð­ugt, at tær dámar teg sjálvan, verð­ur sagt. Og fyri tjóðarsamleika og – stoltleikan var hetta helst týdn­ing­ar­mesta læran av øllum farnu vikuna.

 

Fyri bert lítlum ári síðani høvdu fólk mest sum vent landsliðnum bakið. Eyð­mýkj­andi stórtap høvdu bumbað sjálvs­á­lit­ið hjá bæði spælarum og áskoðarum sund­ur í einki, og atfinningarnar hegl­aðu oman yvir bæði spælarar og – ser­liga – venjara.

 

Tann støðan er broytt. Hóast kritikkurin ó­iv­að hevur tikið fast, so hevur lands­lið­ið reist seg. Miðvíst arbeiði, tol og treiskn­i hava borið frukt, og hó­ast sensa­ti­ón­in ikki kom í hesum um­far­i­num, so var tað so sera nær við. At FSF kann fylla bæði Tórsvøll og Svangaskarð inn­an fýra dagar ber boð um ein á­huga fyri lands­liðnum, sum vit sjáldan hava sæð áður. Ja, ein slíkan áhuga, at tað kennist alt ov leingi at bíða til sep­tem­ber, fyrr enn vit aftur sleppa at síggja lands­liðið á vølli.

 

Og vit skulu minnast til, at talan var ikki um nakrar pinkutjóðir, sum vóru á vitj­an. Italia eru heimsmeistarar, og skotar eru í løtuni nummar 14 á al­tjóða styrkislistanum. Á sama lista eru Før­oy­ar nummar 185. Men við seinastu av­rik­u­num í huga, so er hetta bara eitt tal. Før­oyski áskoðarin ivast ikki longur í, at lið­ið er betri enn so. Og tað munnu hvørki i­tal­i­u­menn ella skotar gera.