Oddagrein· Stjórnarskifti í Noregi

Norska valið gjørdist ein stórsigur fyri reyð-grønu samgonguna. Arbeiðaraflokkurin fekk 32,8% av atkvøðunum og gjørdist sostatt annar stóri vinnarin. Reyð-grøna samgongan hjá Jens Stoltenberg fekk 88 tingmenn, meðan borarligi vongurin stóð eftir við 81 tingmonnum Stóru tapararnir vóru Høgra og Kristiligi fólkaflokkurin.

Tann stóri spurningurin, sum mong seta sær, er, hvussu tað ber til, at stjórnin í heimsins ríkasta og besta landi kundi missa meirilutan. Orsøkirnar tykjast vera fleiri. Ein orsøk er, at stjórnin framdi fleiri sera illa dámd inntriv fyrst í farna valskeiði. Ein onnur orsøk er tann, at Framburðsflokkurin hevur yvirhálað teir stóru borgarligu flokkarnar høgrumegin. Við sínum populistiska politikki, sínum sterkt høgravenda útlendingapolitikki hevur FRP virkað sum eitt áhugavert borgarligt alternativ. Tað er beinleiðis óhugnaligt, at ein so populistiskur og høgravendur flokkur skal fáa so stóra undirtøku í einum av okkara næstu grannalondum!

Kjeld Magne Bondevik fer nú úr norskum politikki. Hann hevur ikki havt nakað lætt starv hesi seinastu fýra árini, tí ósemjan hevur verið stór í samgonguni, eins og trupulleikar hava verið í hansara egna flokki. Bondevik hevur vunnið sær mikla virðing á altjóða politisk pallinum. Undir hansara leiðslu er Noreg vorðið undangonguland á humanitera økinum. Noreg er í fremstu røð at veita hjálp, har neyðin er størst og mangan hevur Noreg verið púra einsamalt saman við ST at linna neyð og veita hjálp ymsa staðir í Afrika. Eisini á stórpolitiska økinum hevur Bondevik stor úrslit at vísa á. Noreg hevur havt ein høvðusleiklut í friðarsamráðingum á Srilanka, í Miðeystri, í Sudan og í Indonesia. Soleiðis hevur Bondevik livað upp til sína kristnu og humanistisku lívsáskoðan. Sjálvur fall hesin høgt mentaði og siðiligi humanisturin, Bondevik, ongantíð fyri populistisku freistingini, hóast mangan var høvi til tess og tað ivaleyst hevði givið atkvøður.

Nú verður so stjórnarskifti. Ein orsøkin er tann, at Arbeiðaraflokkurin við einum siðbundnum javnaðarpolitikki í valskránni stóð fram sum eitt sera trúverdugt og gott alternativ til borgarliga politikkin. Hóast stóra ríkidømið hevði tað ikki eydnast borgarligu minnilutastjórnini at vinna á nøkrum heilt grundleggjandi samfelagstrupulleikum so sum undirvísing, almanna- og heilsumálum. Áhaldandi og sera primitivu populistisku atfinningarnar frá FRP gjørdu tað ikki lættari hjá Bondevik at reka skynsaman borgarligan politikk, sum samstundis varðveitti vælferðarsamfelagið.

Við hesum bakstøði er tað væl skiljandi, at veljarin vendi sær til Stoltenberg, ið kundi leggja fram ein púra kláran sosialdemokratiskan vælferðarpolitikk. Hesin politikkur hevði børnini, skúlaskapin, granskingina, eldraumsorgan, heilsu og umhvørvi sum fokus. Tað er einki at ivast í, at fyri fjøldina av norska fólkinum kemur stjórnarskiftið í tøkum tíma. Hóast Noreg er heimsins ríkasta land er so sum so við vælferðini. Hetta fer nýggja stjórnin at bøta um. Noreg er ein av okkara næstu grannum. Spennandi verður at vita, um nýggja stjórnin fer at vísa grannunum fyri vestan størri ans enn fráfarandi stjórnin.
Sosialurin