Mentanin eftir Trónd livir og sæst í Gøtufólki enn tann dag í dag, og Gøta er søgurík og gomul bygd. Minnini um gøtuskeggjar eru partar av hesi søgu. Allar tjóðir hava sínar tjóðarhetjur – persónar, ið á einhvønn hátt hava myndað søguna og hava fingið eitt eftirmæli, ið ger, at hesir persónar standa sterkir í huga fólksins. Tróndur hevur verið og er umstríddur. Hetta hevur nakað at gera við ideologiska hugburðin hjá høvundanum til Føroyingasøgu. Kristniboðan føroyinga hevði eitt politiskt endamál og hetta endamál var at innlima frístatin Føroyar í Noregs ríki. Tann, sum var fyri hesum norska yvirvaldspolitikki, Sigmundur, verður av góðum grundum lýstur sum tann góða hetjan, meðan myndin av Trónda, á odda fyri mótstøðuni móti útlendskum yvirvaldi verður meira nuanserað. Minni Sigmundar er heiðrað við minnisvarðum, og tað er tí í tøkum tíma, at Tróndur nú fær standmynd.
Hóast vit í roynd og veru lítið ítøkiligt vita um mannin Trónd í Gøtu, so kunnu vit staðfesta, at hann hevur stóran symbolskan týdning fyri føroyingar og serstakliga fyri tann fullveldissinnaða partin av føroyingum. Øllum tjóðskaparørslum tørvar hetjur og tí verða mytur skaptar um hetjur. Myndin av hetjunum verður javnan endurskoðað alt eftir tíðarráki- og anda. Eisini kann søguliga granskingin verða medvirkandi til skiftandi hetjumyndir. Sjálvstýrisrørslan í Føroyum hevur nógvar hetjur, ið hava týðandi leiklut í tjóðarbyggingini. Nevnast kunnu Magnus Heinason, Nólsoyar Páll, Niels Winther, Jóannes Patursson og so sjálvsagt Tróndur í Gøtu. Ansað verður væl eftir umdøminum hjá hesum hetjum og royndir at endurskoða hetjumyndirnar verða vanliga ikki tiknar væl upp. Tað er líkasum ikki ráð til at finna og siga sannleikan, fyrr enn fullvelsstríðið er av. Vit kunnu tó loyva okkum at staðfesta, at Tróndur má hava verið ein sterkur mótstøðumaður hjá norsku imperialismuni og ein stórur meinbogi fyri tær kreftir, sum í Føroyum gingu ørindi fyri norska kongs- og kirkjuvaldið, ið strembaðu eftir yvirvøldum í Norðurhøvum. Hví skuldi høvundin til tær tekstir, sum mynda Føroyingasøgu annars nýtt so nógva orku at avmynda Trónd, sum hann nú einaferð ger. Hóast hugburð høvundans eydnast honum ikki at avmynda Trónda sum ein vandamiklan heidning, tí hann kann ikki annað enn endurgeva kreddu Tróndar, sum mann vera eitt hitt vakrasta sálmaørindi á føroyskum:
Gangi eg ei eina út,
fýra mær fylgja,
fimm Guds einglar;
beri eg bøn fyri mær,
bøn fyri Kristi
syngi eg sálmar sjey,
síggi Gud yvir luta mín.
Tróndur hevur havt so stóran týdning fyri føroysku tjóðskapar- og sjálvstýrisrørsluna, at allir føroyingar unna honum standmyndina. Vit ynskja Gøtufólki og øllum føroyingum tillukku við standmynd og Tróndardøgum.
Sosialurin