Oddagrein· Standa sterkir saman

So er fótbóltsárið 2008 liðugt. Tað er greitt, hvør hevur vunnið heiðursmerkini, og hvør er fluttur niður og upp, og EB/Streymur hevur fingið steyp og gullkrónur, sum sjónligu staðfestingina av, at felagið hevur vunnið FM fyri fyrstu ferð. Tað er framúr úrslit. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at liðið fyrr í summar eisini vann steypakappingina.

Sosialurin og alt Miðlahúsið ynskir Sundalagnum hjartaliga tillukku við avrikunum. Samstundis loyva vit okkum at halda, at hetta er týðulig undirstriking av, hvat kann spyrjast burturúr samstarvi og samanlegging.

 

Inntil fyri fimtan árum síðani vóru EB og Streymur argastu kappingarneytar, sum bardust um pláss í næstbestu deildini.

 

Nú eru fimtan ár síðani, at feløgini vórðu løgd saman. Fyrsta royndin í bestu deildini miseydnaðist. Síðani hevur gingið støðugt rætta vegin. Í fjør vunnu teir steypakappingina, í ár hava teir vunnið steypakappingina og landskappingina, og í heyst, tá ið tað endiliga hevur gingið rætta vegin hjá landsliðnum, hevur nýggja meistaraliðið átt fleiri spælarar á liðnum enn nakað annað.

 

Orsøkin er eyðsýnd. Breiddin og harvið innanhýsis kappingin og intensiteturin eru vorðin størri. Tað ber við sær, at allir gerast betur, enn teir annars kundu havt verið. Møguleikarnir fyri betri leiðslu og skipan av kørmunum og innihaldinum eru betri, enn tað annars hevði verið hugsandi at gjørt, og hjá stuðlunum hevur tað verið hugaligari at standa aftanfyri, enn tað annars hevði havt verið.

 

Ofta verður sagt, at samleikin kámast og hvørvur, tá ið tað verður lagt saman. Omanfyri nevnda vísir, at soleiðis hevur tað ikki verið í hesum førinum. Áskoðararnir hava eisini tikið uppaftur dyggiligari undir, enn teir frammanundan hava gjørt við feløgunum báðum.

 

Í so mongum øðrum viðurskiftum og umstøðum í lítla landi okkara tykist tað vera torført at finna saman í samstarv og kanska samanlegging, um tað so er politiskt í landshøpi og kommunuhøpi, vinnuliga og búskaparliga ella mentanarliga og átrúnaðarliga.

 

Tað er ikki altíð rætt og neyðugt at leggja saman. Men gongdin hjá samanlagda ítróttarfelagnum í vakstrarøkinum við Streymin – suður til Kollafirðar og umvegis Eiði og norður til Gjáar – er sólskinssøga um, at tað ber væl til at finna samleika, sum aftur er grundarlag undir menning og gróðri. Í Sundalagnum standa teir sterkir saman!

 

Sosialurin