Løgmaður letur skína ígjøgnum, at nú verður farið eftir almenna sektorinum. Eftir at hava gingið á odda at byggja upp ein stóran almennan sektor við fleiri nýggjum aðalstýrum, verður nú farið undir at pilka hendan almenna sektorin sundur aftur. Tað er møguligt, at vit hava ein ov stóran almennan sektor, men eitt nútímans framkomið samfelag má hava eina vælvirkandi fyrisiting, eitt gott heilsuverk, eitt almannaverk, ið lýkur vanlig krøv til vælferðarsamfelagið og eitt gott útbúgvingarverk. Her hongur ikki saman. Øll samgongufólk vita, hvat ið er galið, men einign torir at nevna meginorsøkina til ruðuleikan: tann nógv skerda blokkin.
Undir orðaskiftinum um fíggjarlógaruppskotið nýttu samgongufólk heilt nógva tíð og orku til tess at royna at prógva, at skerdi blokkurin var til gangs fyri almenna búskapin. At blokkskerjingin einki hevði við ta trongu fíggjarlógina at gera - at skerdi blokkurin var einki minni enn búskaparliga bjargingin. Tey nýttu so nógva orku, at hetta gjørdist beinleiðis illgrunasamt. Hví gera so nógv burturúr, tá ein veit at ein hevur rætt. Er tað ikki tí, at tey innast inni vita, at tey mistaka seg? At blokkskerjingin er vorðin mestsum ein trúarspurningur fyri ávísar samgongutingmenn? Her hongur ikki saman! Øll kunnu semjast um, at blokkurin eigur at minkast. Men hetta eigur at verða gjørt so líðandi og ikki sum ein sjokkviðgerð, tí blokkurin hevur eisini gjørt mikið gagn. At hann skaðar er ikki ein skjalprógvaður búskaparligur veruleiki.
Tá Írland fyri góðum ári síðan atkvøddi nei til Nice-sáttmálan, var tað tí at Nice-skipanin og víðkanin eystureftir merkti, at blokkurin frá ES fór at verða avtikin. Írar vistu sum var, at blokkurin frá ES var meginorsøkin til búskaparligu framgongdina í Írlandi seinastu 10 árini. Hetta eru allir leiðandi búskaparfrøðingar samdir um. Nú hava írar fingið vissu fyri, at teir onga sjokkviðgerð fáa og atkvøddu tí ja fyrradagin. Men her heima er einki avklárað, her er ruðuleiki, her flýtur alt, og samgongan heldur fram við klandrinum um fíggjarlógina til stóran skaða fyri land og fólk. Hvussu leingi kann hetta óskil halda fram?
Sosialurin