Oddagrein· Ísrael  hvat nú!

Tað vóru góð tíðindi, altjóða pressan hevði at bera, tá tað frættist, at Hamas loksins er sinnað at viðurkenna Ísrael sum stat. Nú skuldi man so trúð, at glið kom á friðarsamráðingarnar og at ljós var fyri framman fyri bæði ísraelsfólk og palestinar.

Men nei. Fáar dagar seinni er aftur eldur í. Víðgongdir palestinar hava rænt ein ungan ísraelskan hermann og hótta við at taka hann av døgum. Hetta fær øði í ísraelsmenn, sum alt fyri eitt svara aftur við allari síni megi.

Síðani hava ísraelskar deildir tikið seg inn í Gaza og hava oyðilagt elveitingina til gazabúgvar og hava bumbað vegir og brýr. Støðan er kaotisk, og palestiner biðja altjóða samfelagið um hjálp. ST-aðalskrivarin Kofi Anan heitir á Ísrael um at vera varið. Hann skilur ísraelar, sum ikki góðtaka, at ein av teirra hermonnum verður rændur, men vísir samtíðis á, at tiltøkini hjá ísraelska herinum mugu ikki raka civilfólkið í Gaza. Hesum leggja ísraelsku leiðararnir eftir øllum at døma einki í og hava tvørturímóti hert tiltøkini við eitt nú at taka og seta fastar fleiri av stjórnarlimunum hjá Hamas.

Støðan er sera álvarslig, og uttan at taka partí við palestinum ella ísraelsmonnum, so mugu vit kortini ásanna, at ísraelski herurin ber seg ikki rætt at, tá hann fer fram sum hann ger. Hetta lovar heldur ikki væl fyri nýggju ísraelsku stjórnina. Aftur og aftur síggja vit, at hevndin gerst kjarnin í konfliktini og sum heldur lív í henni. Aftur og aftur síggja vit boðini í Gamla Testamenti útint: eygað fyri eygað!

Tað ringasta, ið kann henda, er, um ísraelsk hevnd gerst so ógvuslig, at teir hóvligu palestinarnir taka hond saman við teimum víðgongdu Hamasfólkunum. Ein støða, sum nærkast í hvørjum og sum gerst veruleiki, um ikki Ísrael gevst við sínum ógvusligu tiltøkum móti sivilum palestinum. Sjálvandi kann Ísrael ikki liva við, at víðgongdir palestinar skjóta rakettir úr Gaza og inn í Ísrael og drepa sivil. Hinvegin má Ísrael skilja millum tær víðgongdu og oyðandi kreftirnar og so sivila fólkið. At oyðileggja undirstøðukervið, elveitingina ol. og harvið gera gerandisdagin hjá vanligum palestinum til eitt sætt helviti er einki annað enn primitivur maktlogikkur, og hesin tænir ongum av pørtunum. Tíðin er komin til, at altjóða samfelagið krevur at gerast aktivur partur til tess at loysa konfliktina. At Hamas vann valið í Palestina ger tað nettupp enn meira átrokandi enn nakrantíð, at altjóða samfelagið, eitt nú ST fer beinleiðis inn í málið við eitt nú friðardeildum.

Sosialurin