ODDAGREIN: So vælsignaði far, Kristin!

Síðani floksleiðslan hjá Javn­að­ar­flokk­i­n­um leygardagin tók lima­skap­in frá Ger­hardi Lognberg, hev­ur Krist­in Mich­el­sen ikki viljað svar­að ella grein­að nærri tær hótt­an­­ir, hann hevur havt frammi um, at hann ynskir somu viðferð, sum Gerhard Lognberg.

Tað var longu greitt valkvøldið, at nýggja tingmanningin hjá Javn­að­ar­flokk­i­num ikki á nakran hátt kundi vera stjórn­ar­berandi. Løg­mað­ur segði bein­leiðis, at hann kundi ikki sam­starva við Javn­að­ar­flokk­in, eft­ir at fleiri varg­ar vóru mill­um løg­tings­lim­ir­nar.

Millum manna var tað eisini greitt, at Javn­að­ar­flokk­ur­in onga­n kjans hevði við hesi hesi ting­mann­ing­ini, og tí var yvirskriftin á hes­um teigi í fyrsta blaðnum eftir valið púra greið: »Stakkals Aksel«.

Hesa yvirskrift komu vit til, tí vit mettu, at Aksel V. Johannesen fór at fáa sína sak fyri við nýggju ting­mann­ingini:

– Øll vita, at Gerhard Lognberg hev­ur ligið í støð­ugum stríði við floks­leiðsl­una. Hen­rik Old hevur bein­leið­is arbeitt ímóti leiðsluni og flokk­inum í valstríðnum, og Krist­in Michelsen á Tvøroyri er ikki júst kend­ur fyri at vera ser­liga kom­pro­mi­søkj­andi, skriv­aði Sos­i­al­ur­in í odd­a­grein­ini.

At flokkurin fór at taka hesa støð­una so álvarsamt, at tað fór at enda við eini útblaking, høvdu fólk neyvan roknað við. Tí slíkt plagar ikki at fáa av­leið­ing­ar í poli­tisk­um flokk­um í Før­oy­um. Har velja vit held­ur at siga, at »hatta er bara Gerhard«, ella »hatta er bara Óli«, ella »hatta er bara tobbi«. Og so koyrir sirkusið víðari.
Javnaðarflokkurin hevur nú gjørt bart og tveitt Gerhard Logn­berg á dyr.

Kristin Michelsen dyrgir nú eft­ir at koma í onkra martýrstøðu við eis­ini at verða tveittur út. Hann var í sein­astu uppgerð tann ting­mað­ur, sum hevur møtt ringast upp í løg­ting­inum. Hann er hægst lønti pol­it­ik­ar­in í Før­oy­um við løgtingsløn og borg­arstjóraløn upp á um­leið 90.000 kr um mán­að­­in. Hann er kend­ur fyri sjáldan at taka orðið á tingi og mang­an at fara suð­ur við Smyrli, áðrenn atkvøtt verður.

Kristin Michelsen møtti ikki á floks­leiðsl­u­fund­i­num leyg­ar­dag­in, har hann kundi gjørt sína ávirkan gald­andi.

Men álvaratos, hvat er problemið Krist­in Mich­el­sen? Um tú held­ur ikki kenn­ir teg heima í has­um flokk­i­num, so er bara at fara held­ur enn at troytta Føroya fólk við hasum glan­tri­leikinum, sum í besta føri skap­ar stikni fyri politikki.