ODDAGREIN: Sleppa ikki at hugsa sjálv

Málið um at loyva samkyndum at ganga saman í borgarligt hjúnalag hev­ur volt fleiri tingfólkum trup­ul­leik­ar.

Eyðvitað eru fleiri tingfólk, sum hava sína greiðu meining um hesi við­urs­kifti. Nøkur tvíhalda um, at hjún­a­band­ið er millum mann og kvinnu, tí soleiðis hevur tað al­tíð ver­ið, og tí at tað stendur í Halgu­bók.

Onnur eru sannførd um, at øll eiga rætt­in til at liva saman við tí, sum tey sjálvi hava hug til, um tað so er við fólki av sama kyni.

Løgmaður er sjálvur fyri, at sam­kynd fólk eiga at sleppa at giftast. Og tað eru tey í ungmannafelagnum hjá Sambandsflokkinum eisini. Onn­ur ting­fólk í flokkium eru eis­ini fyri.

Men fyri at fáa frið í samgonguni, so hev­ur Kaj Leo Holm Johannesen gjørt av­talu um, at øll samgongan skal standa saman um at fella upp­skotið, sum Bjørt Samuelsen, Rig­mor Dam og Poul Michelsen hava lagt fyri tingið.

Hóast Miðflokkurin nú er marg­in­al­i­ser­að­ur í samgonguni – tørv­ur er ikki á teirra atkvøðum, so tyk­ist flokkurin megna at halda all­ari samgonguni fast upp á grund­sj­ón­ar­miðini hjá flokkinum um, at hjúna­band­ið einans er millum mann og kvinnu. Hetta hóvar eis­ini væl Fólkaflokkinum, tí fleiri av ting­fólk­um floksins hava somu støðu.

Hetta merkir so eisini, at at Janus Rein má svíkja sítt vallyfti um, at sam­kynd skulu sleppa at giftast. Jan­us Rein og Poul Michelsen eru teir einastu, sum eru valdir upp á at loyva samkyndum at giftast. Í so máta hev­ur Janus Rein svikið sínar velj­arar, meðan Poul Michelsen held­ur sítt lyfti – lyfti frá einasta flokki, sum hev­ur hjúnalag millum sam­kynd í stevn­uskránni.

Vit kunnu kanska freistast til at finn­ast at løgmanni fyri at hava gjørt eina avtalu um, at minnilutin í sam­gong­uni hevur valdið.

Men hetta er einki eindømi. Somu avtalu hev­ur Høgni Hoydal eis­ini gjørt, tá hann sat í samgongu. Tað var tá mál­ið um við­gitnu grein 266b var fyri fyrru ferð. Tá mátti Høgni Hoy­dal og Tjóð­veldi eisini boyggja seg fyri sjónarmiðunum hjá Mið­flokk­i­num.

Harfyri er tað ikki rætt, at lø­g­mað­ur bindur allar samgonguna á hend­an hátt. Men tey, sum eru fyri hesum uppskoti, kunnu bara bíða í tolni. Hetta er eitt mál, sum skjótt fer at verða samtykt – eis­ini við atkvøðum úr bæði Sam­bands­flokki­num og Fólk­a­­flokk­i­num. Tíð­in stend­ur jú ikki í stað, hóast ávísar kreftir berj­ast ímóti...