Oddagrein· Ísland og vit

Tá tað frættist, at landsstýrið við stuðli frá øllum flokkum á tingi hevði gjørt av at bjóða Islandi eitt gjaldførislán, fegnaðust vit um avgerðina her. Nú er avgerðin um lánið so ítøkiliga sett í verk. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum og íslendski fíggjarmálaráðharrin, Árni Mathiesen, undirskrivaðu á middegi týsdagin fyribils lánsavtaluna.

Avtalað er, at fyrstu fimm árini eru avdráttarfrí og aftaná verður nýggj avtala gjørd um, hvussu lánið skal afturgjaldast. Vit mæltu í oddagrein til, at lánið átti at verið rentu- og avdráttarfrítt í t.d. fimm ár. Hetta er so vorðið til, at lánið verður avdráttarfrítt i fimm ár, og tað kunnu føroyingar bert fegnast um. Hetta lánið til Ísland snýr seg í grundini ikki so nógv um pening, men um myndamál ella symbolikk. Føroyar vilja við hesum sýna Íslandi og heiminum, at vit stuðla brøðratjóðini í eini sera truplari støðu. Landsstýrismaðurin lýsti hesa støðu væl í gjár, tá hann segði, at er tað nakar, sum veit, hvat ein fíggjarkeppa merkir fyri eitt land, so eru tað vit føroyingar. Jóannes Eidesgaard sipar sjálvandi til stóru fíggjar- og búskaparkreppuna síðst í nítiárunum, tá Føroyar mestsum fóru á húsagang. Tann kreppan elvdi til fíggjarligar trupulleikar á øllum økjum: hjá tí almenna so væl sum hjá privatfólki. Hartil komu trupulleikar við sjálvsáliti og sjálvsvirðing umframt mangar aðrar trupulleikar. Vit stóðu rættliga einsamøll tá, so jú, vit vita, hvat hetta snýr seg um.

 

Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Árni Mathiesen, fegnaðist yvir, at Føroyar vístu hetta stórsinni. Hinvegin er spurningurin, hvørt her er talan um føroyskt stórsinni. Er her ikki heldur talan um nakað sjálvsagt og natúrligt? Vit eru so nær Íslandi, og vit hava í øldir livað í lagnufelagsskapi. Spurningurin er, um Hoyvíksáttmálin (Íslandssáttmálin), ikki átti at fingið eitt ískoyti um, at londini hjálpa hvørjum øðrum, um stórir trupulleikar hótta og møguleikarnir eru til tess. Ísland fer at koma fyri seg aftur og verður um nøkur ár at hava stóran og týðandi leiklut í Útnorði og í Norðurlondum.

 

Uttanríkispolitiskt stendur Ísland á týdningarmiklum vegamóti. Rákið gongur móti ES limaskapi og sama rák er í Noregi. Undir slíkum umstøðum hava Føroyar lítið í at velja uttan at fylgja ættfrændunum fyri vestan so væl sum fyri eystan. Teir eru jú hóast alt okkara størstu kappingarneytar og Føroyar uttanfyri ES við Noregi og Íslandi innanfyri ES má vera eitt sindur av eini skrekkvisjón hjá okkara uttanríkisráðharra, sum óvist av hvørji orsøk tvíheldur um EFTA kósina. Nú er so okkara uttanríkisráðharri á vitjan hjá íslendska starvsfelagnum. Henda vitjan er eitt frálíkt høvi hjá Jørgen Niclassen at kunna seg um ætlanir Íslands við atliti at øllum Europaspurninginum. Hetta mál er á skránni, so forvitnisligt verður at frætta, hvørjar niðurstøðurnar eru. Men umráðandi er, at vit ikki avmarka okkum, tá tað kemur til kunning og vitan um allar møguleikar.

Sosialurin