Sum vera man speirekur Dimmalætting hetta tiltak - og ikki minni landsstýrismannin og politikk hansara.
Men hvussu er og ikki, so fer Føroya Løgting í dag undir viðgerðina av fullveldisuppskotinum, og tá batar lítið hjá teimum politikarum, sum eru ósamdir við landsstýrið at sita og bína, gera gjøldur og flenna býtt. Sambandsmenn og málgagn teirra eiga eisini at viðgera hetta mál í tí álvara, tað krevur. Tað er hóast alt Føroya framtíð, ið skal avgerast - seks fornermaðir sambandsmenn, sum tvíhalda um aldargamla afturhaldið, eru Føroyum soleiðis til lítlan sóma.
Men tað eru tíbetur bara sambandsmenn, sum tykjast vilja varðveita gamla og tvørliga sambands/sjálvstýrisstríðið, ið síðan 1906 hevur hildið aftur neyðuga framburðinum.
Javnaðarflokkurin hevur síðani 1981 tosað um eina sjálvstýrislóg, ið hevur til endamáls at geva føroyingum fult vald á øllum økjum, men ikki fyrr enn nú tykist ljóð verða vunnið fyri hesum sjónarmiðum.
Tjóðveldisflokkurin hevur sannað, at vilja teir føra praktiskan politikk, so varð flokkurin noyddur at »bloyta« loysingarpolitikkin soleiðis, at hann kundi samstarva við aðrar flokkar um eina felags kós.
Hvussu tingviðgerðin í dag endar, er ilt at spáa um. Men staðfestast kann, at Høgni Hoydal hevur kagað í uppskotið um setan av stjórnmálanevnd hjá Javnaðarflokkinum og viðmerkingum tess, tí viðmerkingarnar í fullveldisuppskotinum líkjast ikki sørt uppskoti Javnaðarfloksins.
Hinvegin kann hugsast, at Javnaðarflokkurin aftur fer at leggja fram uppkotið um stjórnmálanevnd, tí flokkurin hevur fleiri ferðir borið fram, at hann vil hava røttu kronologiina, sum at enda skal føra til fult sjálvstýri á øllum økjum - tó innan fyri ríkisfelagsskapin.
Loysingin sum so er ikki endamálið. Loysingin kann verða eitt úrslit av sjálvstýrinum.