Í blaðnum í dag tekur Oddfríður Marni Rasmussen hetta mál uppaftur í sera áhugaverdari grein, har hann nú viðger hetta mál frá einum heilt øðrum sjónarhorni. Hann vísir til grein her í blaðnum hjá mentamálaráðharranum, “Søguliga stór framstig innan útbúgving í 2008,” har hon nevnir allar teir mongu glottar, sum nú hómast, men sum Oddfríður sigur allar at vera í skúlaverkinum. Mentanin er bert í yvirskriftini. Tað, sum formaðurin fyri LISA ger vart við, er, at mentanarpolitikkurin er púra klárur at seta í verk, tað er bert at játta tann pening, sum skal til. Hann ger vart við, at ikki er neyðugt við fleiri kanningum og álitum, tí vit hava øll tilmælini í eitt nú Mentan og menning og í Visjón 2015.
Eftir at hava sett fram nógv áhugaverd sjónarmið, kemur Oddfríður til ta sera áhugaverdu niðurstøðu, at mentanin eigur at verða skild frá útbúgvingar- og skúlaverkinum. Onkur hevur rikið upp undir hetta hugskot fyrr, men eingin hevur sagt hetta so greitt og sannførandi sum Oddfríður her í blaðnum í dag. Tað, sum hann á sera diplomatiskan hátt veruliga sigur, er, at so leingi mentan og útbúgving eru undir sama stjórnarráð, so verða mentan og serstakliga listin við sviðið soð. Listin verður stjúkbarnið, sum altíð má bíða, til hini hava fingið sítt og tá er oftast uppi, ja, hvør veit: kanska verður onkuntíð beinleiðis tikið frá stjúkbarninum og givið yndisbarninum. Okkurt kundi bent á, at hetta meira enn so er komið fyri seinastu tíggju árini. Uppskotið um at skilja mentan og útbúgving sundur í tvey stjórnarráð er so mikið áhugavert, at løgmaður átti at umhugsa hetta í størsta álvara. Okkurt má gerast, tí henda ósømiliga viðferð, sum mentan og list eru fyri, kann ikki halda fram.
Sosialurin










