So hvassorðaður er formaður Javnaðarfloksins, tá hann loysti frá posabandinum fríggjamorgunin.
Beinleiðis tilsipingin hjá javnaðarformanninum er, at samgongan tvær ferðir hevur felt uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um, at tað skal vera ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi í Føroyum, at skipið hevur sáttmála við manningarfeløgini. Uppskotið er aftur á tingborðið, og verður helst felt fyri triðu ferð.
At tað er sera stór ósemja millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkinum um arbeiðsmarknaðarviðurskifti og fiskivinnupolitikk – ella í heila tikið um politikk – framgongur týðuliga av retorikkinum teirra millum.
Aksel V. Johannesen hevur gjørt greitt, at so leingi, sum hann er formaður í Javnaðarflokkinum, fer flokkurin ikki í samgongu við Fólkaflokkin. Hesa útmelding stendur hann við, og tað fer so at vísa seg eftir næsta val, hvørja ávirkan tað fær.
Eyðvitað fær tað ávirkan, tí Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin samstarvað nógv – í eini 16 ár – síðani teir í 1975 skipaðu fyrstu samgonguna sínamillum saman við Tjóðveldisflokkinum.
Vit hava ført tað so mangan fram á hesum stað, at Fólkaflokkurin hevur stórt vald, tá hann er í samgongu. Hann hevur tveir sterkar mans í landsstýrinum í dag, Jørgen Niclasen, floksformann, og Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Søguliga sæð, so er Fólkaflokkurin sterkasti fiskivinnuflokkurin í Føroyum. Upp á skift hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sambandsflokkurin givið Fólkaflokkinum valdið á fiskivinnuøkinum. Í dag er tað Sambandsflokkurin, sum gevur Fólkaflokkinum valdið. Í blaðnum í dag hoyra vit løgann muta ímóti leistinum hjá Jacob Vestergaard – men tað mugu vit síggja í verki, áðrenn nakar trýr tí.
Meðan tað kann verða lutvíst ókeypis hjá Javnaðarflokkinum at útiloka Fólkaflokkin, so er øðrvísi hjá Tjóðveldinum.
Hugsjónarliga munnu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi draga somu línu á fiskivinnuøkinum, eins og á so mongum øðrum økjum – men fyri Tjóðveldi hevur loysingin mest at siga, og tí slítur flokkurin seg sjálvan sundur, um hann skal leggja sjógv til Fólkaflokkin.
Men loysingin man verða løgd á »hold« fyribils. Tí kann ein alternativ samgonga verða millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi – kanska saman við Sambandsflokkinum.
Í øllum førum mugu hesir tríggir flokkarnir so ella so semjast, skal Fólkaflokkurin ikki framhaldandi hava ræði á fiskivinnuni.
Men tey fáa bara tað vald, sum onnur geva teimum.










