ODDAGREIN: Skatt á spekulatiónir

Tað er ein áhugaverdur tanki, sum Bárður Nielsen, formaður í fíggj­ar­nevnd­ini hjá løgtinginum, nevdi und­ir við­gerð­ini av fíggjarlógini í ting­inum fríggjadagin. Tað var í kjaki um allar okkara landsmenn, sum arbeiða uttanlands og ikki rinda skatt í Føroyum, tó at teir kunnu njóta allar tær tænastu, sum sam­­felagið bjóðar.

Bárður Nielsen nevndi tá møg­u­leik­an at leggja skatt á penga­flyt­ing­ar. Tað merkti sambært honum, at tá ið peningur verður fluttur mill­um kontur, eitt nú í sambandi við keyp og sølu av partabrøvum, ella í sam­band við aðrar flytingar, so fell­ur ein skattur.

Á henda hátt rinda tey, sum ið fremja nógvar og stórar pen­ing­a­flyt­ing­ar meira í skatti, enn tey, ið flyta minni.
Í Sosialinum í februar í fjør nevndi Eyðfinnur Jacobsen, ad­vo­katur, sama tanka. Hann vísti á, at ES-nevndin hevði lagt fram lóg­ar­upp­skot um at skatta handil við fíggj­ar­krøvum. Har var skotið upp at leggja avgjald upp á 0,1 prosent á slík­ar flytingar. Hann vísti á, at enski búskaparfrøðingurin, John Maynard Keynes longu í trí­a­ti­ár­u­num arbeiddi við hesum fyribrigdi, Fin­an­c­ial Transaction Tax.

Øll eru vit samd um, at per­sóns­skatt­urin er ov høgur, og at aðrir hætt­ir at fáa skatt inn mugu finnast. Broyt­ingin hjá landsstýrinum við flat­skatt­inum er ikki ein væleydnað skip­an, tí hon lætti bara um hjá teim­um við hægru inntøkunum, með­an miðalinntøkurnar fingu lítl­an skattalætta og láginntøkurnar ong­an. Skal ein skattalætti síggj­a­st aftur í øktari nýtslu, so eiga Pall­i­ba og Marsanna eisini at merkja hann, so hann ikki bara fer til konsolidering teimum, sum framm­an­unda­n hava nógv.

Og at fíggja skattalættan við for­skatt­ing av pensjónum er ein feil­ur, sum fer at geva komandi ætt­ar­lið­um stórar trupulleikar.

Tað er sagt fleiri ferðir, at okkum tørv­ar nýskipanir á so nógvum økj­um. Men ein skattanýskipan, sum ver­u­liga lætti um hjá miðal- og lág­inn­tøk­u­num hevði heilt víst sett gongd á samfelagið. Men ber tað til at lætta munandi um tørv­in á beinleiðis inntøkuskatti til aðr­ar skattir, so tað tað sjálvandi á­hug­a­vert.

Talan má ikki vera um ein skatt, sum tyngir vanliga skatt­gjald­ar­an, men heldur um ein speku­la­tións­skatt, sum sjálvt borgarligir pol­it­ika­rar í øðrum londum tosa um at seta í verk.