Fólkaheilsa er ein tann týdningarmesti spurningurin í okkara tíð. Vit hava júst her í blaðnum endurgivið ávaringar frá útlendskum serfrøðingi í fólkaheilsu, sum ávarar føroyingar. Vit eru á skeivari leið. Vit eta skeivan og lítið heilsugóðan mat, og vit røra okkum ov lítið. Málið um skúlamatin er partur av hesum. Hetta snýr seg ikki um at taka ábyrgd fra foreldrum. Hetta snýr seg um geva børnunum heilsugóðar matvanar frá barnaárunum. Hetta at eta mat, ið ikki er heilsugóður, er við at gerast ein partur av mentan barnanna. Tað er mestsum partur av barna- og ungdómsmentanini at eta junk food. Hesin matur saman við ov lítið av motión er beinleiðis skaðiligur. Hann gevur trupulleikar við heilsuni seinni í lívinum. Hetta við mentanini sæst av, at tað er vorðið upplýst, at nógv børn als ikki eta matpakkan, ið tey hava fingið heimanífrá. Við felags og heilsugóðum máltíðum í skúlanum, ber til at broyta vánaligar matvanar til felags góðar matvanar. Ein eigur eisini at hugsa um, at tað ivaleyst eru foreldur, sum eru so strongd, at tey ikki hava tíð at geva børnunum matpakka hvønn morgun. Við eini skipan við frukt og heilsugóðum skúlamati, kann samfelagið hjálpa foreldrum og børnum til heilsugóðar matvanar, og hetta kemur øllum til góðar seinni. Alt annað er at svíkja børn og foreldur.
Tað er sostatt eitt frálíkt tiltak, ið ávísar kommunur hava gjørt av at fara í holt við. Vónandi fara allar føroyskar kommunur at taka undir við hesum. Hetta er veruliga at taka ábyrgd av framtíðini. Børnini eru sera útsett í dagsins samfelag. Andaliga føðin er harðlig telduspøl, videoharðskapur og eitt ótal av sjónvarpsrásum, ið ikki allar eru eins tespiligar hjá børnum. Tað góða alternativið er gott andaligt tilfar, heilsugóður kostur, rørsla og góð ítróttatilboð og sunn áhugamál. Hetta er ein tann størsta avbjóðingin í dagsins Føroyum. Tað batar lítið at tala um 2015, um tey, sum skulu bera samfelagið framá eftir hetta avgerandi ár, ikki hava likamligu og sálarligu heilsuna til hesa uppgávu. Vónandi hava bæði landsmyndugleikar og kommunurnar eydnuna við sær við nýggja initiativinum.
Sosialurin