Oddagrein· Sjóvinna

Sjóvinna hevur nógv ár á baki í Føroyum, og er ein av vinnunum, har vit útflyta mest arbeiðsmegi. Føroyingar manna brúgvar og maskinrúm í útlendskum handilsflotum, serliga tí danska. Ein kundi spurt, hví hesir føroyingar ikki manna tann føroyska handilsflotan. Svarið er einfalt. Har er so at siga eingin føroyskur handilsfloti. Har vit fyrr plagdu at hava nógv føroysk reiðarí, har er nú bara okkurt einstakt eftir.

Vit fingu eina FAS skipan í 90’unum, men ikki kann sigast, at hon hevur havt stórvegis ávirkan á gongdina seinastu árini. Hon hevur í hvussu er ikki verið tað, sum tey, ið talaðu fyri FAS skipanini, søgdu, at hon fór at vera.

 

Altjóða skipaskrásetingar í grannalondum eru lagaligari enn okkara, men shipping og skipafloti hava lutfaltsvíst nógv minni at siga í teimum londunum enn í Føroyum. Føroyingar, sum sigla við danska handilsflotanum, fáa sína inntøku skattafría, eins og danir. Hetta merkir, at einki kemur inn í inntøkuskatti frá teimum føroyingum, ið sigla við danska handilsflotanum, men einki er at ivast í, at hetta í Føroyum hevur stóran týdning annars í óbeinleiðis skattum og ikki minst, í varðveitslu av fólkatalinum. Shippingvinnan er global, og har hevur tað ikki nógv at týða, hvar arbeiðsmegin býr.

 

Røddir hava verið frammi um at gera føroysku FAS skipanina betri, so at vit kunnu fáa ein nógv størri flota, enn vit hava í dag. Trupulleikin er bara, at vit kunnu ikki bara kopiera eina aðra skipan, og hví skuldi nakar flaggað skip inn í føroyska flotan, um skipanin bert er líka góð sum t.d. DIS? Argumentið um, at bara man ger skipanina betri, so kemur alt av sær sjálvum, heldur so ikki, tí tað vóru akkurát somu tónar, sum vóru at hoyra, tá FAS av fyrstani tíð kom, men einki sæst til nakra stórvegis ávirkan.

 

Skal ein nýggj FAS skipan gerast, so má tað fyriuttan innflagging av útlendskum skipum, eisini vera útfrá einum hugburði, har man sær føroyska shippingvinnu klára seg í kapping við aðrar og ekspandera, og ikki at man akkurát klárar at hóra undan við, at reiðaríini sleppa hasi prosentini bíligari í hýru. Endamálið má ikki vera, at man klárar seg líka gott, men betur. Menning av shippingvinnuni krevur støðufesti og pálitiligheit og ikki minst eina ávísa endurnýgjan og ein progressivitet innan farmaflutning, sum ikki altíð hevur verið tað, sum hevur eyðkent privatu farmavinnuna í Føroyum. Eingin automatikkur er í, at føroyska farmavinnan fer at mennast automatiskt, um man bara ger eitt nýtt FAS. So mikið hevur søgan lært okkum, og tí er gott, at man nú hevur tikið initiativ til eina ráðstevnu um shipping, so at vinnan sum heild verður diskuterað, heldur enn bara ein partur í senn. Gott er at fáa eitt orðaskifti um, hvussu vit við nýggjum skipanum og dygararbeiði kunnu gerast kappingarførir við onnur lond og harvið kunnu menna flotan, eisini í offshorevinnuni og kunnu manna hann við okkara egnu fólkum.

 

Sosialurin