Oddagrein: Sjálvandi skulu reiðararnir hava SEV

Tað sigur seg sjálvt, at sterku privatu fyritøkurnar vilja hava SEV

Politiski viljin í Føroyum er, at vald og virði skulu savnast á fáum hondum. Hetta hevur fólkið valt, og hetta hevur landsstýrið sett sær fyri.

Fyri Fólkaflokkin er gøtan greidd: Flokkurin fær framgongd í veljarakanning, tí at flokkurin førir sín politikk í verki. Onnur hava tosað um »fólksins ogn« og um at býta virðini javnari. Tað varð í Løgtinginum vent á høvdið aftur, so nakrir fingu tað, teir áður hava fingið – soleiðis at ávísir bólkar trygt kunnu gera sínar íløgur og samstundis fylla sær skattkømrini.

Sambandsflokkurin fór til val upp á viðgerðartrygd á sjúkrahúsum og at knýta Føroyar tættari upp í ríkisfelagsskapin. Viðgerðartrygdina hoyra vit ikki nógv um. Á sjúkrahúsunum hava tey nógv annað at hugsa um. Og ríkisfelagsskapin metir Sambandsflokkurin ikki hægri enn so, at løgmaður setti einasta fullveldismann í samgonguni at standa fyri øllum samskiftinum úteftir. Og hann hevur longu fortalt dønum, at nú eru nýggjar tíðir í Føroyum. Nú skulu danskir ráðharrar ikki longur siga, hvar skápið skal standa í Føroyum.

Tey »hegru« málini hjá Miðflokkinum, fosturtøkan og at taka rættin aftur hjá fólki av sama kyni at giftast, meinar flokkurin líka lítið við sum løgtingsformaðurin. Tað er bara snakk at festa eld í kjakið og ikki realpolitikkur.

Men aftur til SEV. Um vit ímynda okkum, at um 10 ár fara 15.000 húski at keypa fyri 500 kr um mánaðin í streymi at hita hús við, so gevur tað 90 mió kr. Fara so 36.000 bilar at keypa streym fyri 500 kr um mánaðin at løða bilar við, tosa vit um aðrar 216 mió kr. Bara her eru 306 mió kr meira í streymsølu, enn SEV hevur í dag. Hetta er git og kann blíva munandi meira.

Her er eitt veldugt potentiali at tjena pengar. Sjálvandi skulu SEV og kommunurnar ikki hava hendan vinning. Og so slett ikki fólkið í Føroyum. Tí vinningurin skal í privatar lummar. Tað sigur landsstýrið, og tað sigur fólkið, sum hevur valt hetta stýrið. Og niðurstøðan er hin sama:

Kanska fjøldin er býtt? Tí tá á stendur, so skal fólkið altíð gjalda gildið. Men tá ræðuliga nógvir pengar eru at vinna, tá eru tað bara tey fáu útvaldu, sum skulu fáa.

Vil fólkið tað?