Vit stuðlaðu avgerðini um kanningina, men mæltu samstundis til at fáa til vega ein yvirskipaðan heilsu- og sjúkrahúspolitikk, soleiðis at sjúkrahúsverkið fekst at virka sum best. Vit mæltu politikkarunum til at ásanna, at fakliga og fíggjarliga tilfeingið átti at verða savnað kring Landssjúkrahúsið eins og vit mæltu til at menna Landssjúkrahúsið ístaðin fyri at klikkja niður á henda okkara týdningarmesta heilsustovn. Vit vístu á, at tá landið hevði bygt nýtt Landssjúkrahús fyri fleiri hundrað milliónir, so var tað einasta rætta at tryggja neyðuga fíggjarliga tilfeingið, soleiðis at góðu nýggju karmarnir kundu verða fyltir út við tilsvarandi fakligum førleikum.
Staðfest verður í kanningini, at hóast útreiðslurnar til sjúkrahúsverkið eru øktar munandi seinastu árini, kostar føroyska sjúkrahúsverkið minni enn í øðrum Norðurlondum. Tað er gott at fáa hetta staðfest. Men kanningin staðfestir ikki óvæntað, at tørvur er á neyvari fíggjarstýring fyri at temja vøkstrinum í útreiðslunum. Hesi hyggjuráð eru ein fortreytin fyri mongu áhugaverdu tilmælunum í frágreiðingini. Mælt verður til at útvega sjúkrahúsverkinum nýggj fíggjarstýringaramboð til tess at meta um, hvørt tað fæst mest møguligt fyri pengarnar. Hesi ráð kunnu so í framtíðini tryggja, at samsvar er millum tørv og tilfeingi. Nýggju fíggjaramboðini skulu gera fíggjarstýringina lættari - eisini hjá politikarunum. Teir hava ikki kunnað fylgt við, hvussu pengarnir hava verið brúktir.
Hetta er tað nærmasta frágreiðingin kemur inn á sjúkrahúspolitikk, men hóast orðini ikki eru so mong, so eru tey so mikið meira áhugaverd. Tey staðfesta nevniliga, at politiska eftirlitið og áhugin hava einamest verið at eftirkanna, um fíggjarkarmarnir hava verið hildnir. Politikkarnarnir hava higartil start seg blindar uppá reyðu tølini á botnlinjuni og hava í hesum starblindni gloymt tað, sum er altumráðandi - nevniliga fakliga innihaldið. Ella við øðrum orðum, teir hava ikki megnað at skapa tann neyðuga sjúkrahúspolitikkin.
Frágreiðingin um fíggjarviðurskiftini í sjúkrahúsverkinum er eitt gott høvi hjá ábyrgarfullum politikarum at bøta um hesi viðurskifti. Politikkararnir hava fingið eitt gott amboð og nógv góð hugskot til at fáa sjálvt sjúkrahúsverkið at virka betri reint fyrisitingarliga. Hetta er kanska ikki sjúkrahúspolitikkur, men her eru týðandi viðurskifti staðfest, eitt nú samanberingarnar við onnur sjúkrahúsverk av kostnaðinum, og her eru ítøkilig tilmæli av tekniskum, fyristingarligum slag, sum kunnu mynda góðar fortreytir fyri einum skilagóðum heilsu- og sjúkrahúspolitikki til gangs fyri allar føroyingar. Vit fara í næstum at tríva í ítøkiligu tilmælini.
Sosialurin