Oddagrein· Sjúk samfeløg her og har

Eingin dagur fer framvið uttan vit frætta um dráp og morð, har skotvápn eru brúkt. Vit hoyra um hesi í miðlunum, og í øðrum hvørjum filmi vit síggja eru skotvápn partur av høvuðsboðskapinum. Hesi eru so vanlig, at tey eru vorðið náttúrlig og næstan menniskjanslig. At brúka skotvápn í nærum øllum dagsins viðurskiftum er bara in, tað er feitt.

Neyvan slepst undan stríðum og kríggjum í hesum heimi, tó at vit øll kunnu gera okkara til tess at minka um hesi. Hvussu torført tað tó er sæst í tí herjaða Gaza, har ein av heimsins hernaðarligu sterkastu tjóðum, Ísrael, í sínum stríði móti palestinska Hamasfelagsskapinum eisini er við at gera av við hundraðtals sakleys børn og kvinnur við teimum mest avanseraðu og óhugnaligu vápnunum, sum vápnaídnaðurin hevur framleitt.

 

Vit hava mangan sæð, hvussu mong av hesum somu børnum verða misbrúkt og upplærd í vápnabrúki heilt frá ungum árum. Vit hava eisini sæð hvussu lond, kommunistisk og eisini muslimsk miðvíst brúka hatur móti øðrum londum og fólkum í undirvísing og uppaling.

 

Vit í sokallaða siviliseraða Vesturheiminum eru altíð so skjót at døma onnur við øðrum mentanum og stýrum. Vit eru heppin at liva í demokratiskum samfeløgum, og eiga tí eisini at vera á varðhaldi og krittisk móti totaliterum stýrum. Men vit hava eisini eina skyldu at taka í egnan barm. Hvussu er t.d. stætt í okkara egna bakgarði, tá tað um skotvápn ræður! Tað gav sending í danska TV2 í vikuni eitt gott boð uppá.

 

Í USA,”Gods own country”, uppala foreldur børn síni longu frá fimm ára aldri til at gerast meistarar í skotvápnum, ja rætt og slætt til at elska vápn. ”Eg tími ikki at ganga í skúla. Tað er nógv stuttligari og lættari at spæla við vápn, tí tá sleppur tú undan at hugsa” var eitt av úttalilsunum hjá amerikonskum gentubarni í hesum avdúkandi filmi. Í filminum fylgja vit familjum, har øll hugsandi skotvápn frá pistólum til hópdrepandi maskinbyrsur verða latin upp í hendurnar á børnum teirra. Hesi verða lærd upp at brúka og elska hesi vápn. Endamálið sigst vera, at tey frá barnsbeini skulu læra av verja seg móti kriminellum innbrotstjóvum, sum kanska einaferð í framtíðini vilja gera seg inn á tey.

 

Vit hava sæð, hvussu amerikanskir ungdómar fleiri ferðir hava brúkt sín førleika at handfara somu skotvápn móti øðrum ungdómum. Øll minnast vit ræðuligu drápini seinastu árini á amerikonskum universitetum, har ungdómar vælvandir við at brúka skotvápn hava dripið frá hond.

 

Stóra kjakið í USA er, um tað skal verða loyvt nærum øllum borgarum at eiga vápn. Hetta er tó so grundfest í amerikonsku fólkasálini, at tú hevur ilt við at verða valdur til høgstandandi embæti er tú ímóti fríari sølu av vápnum. Í dag hava 60 mill. amerikanarar vápn. Túsundtals børn og ung doyggja av ósketni hvørt ár. Skjótimaniin ella skjótivápnabasillan er vorðin so inngrógvin og útbreidd, at tað er vorðin gerandishending at brúka vápnini, ja fólk himprast ikki við at brúka skotvápnini og sín førleika at skjóta niður onnur tú er ósamd ella ónøgd við.

 

Sosialurin