Tónleikurin og tónlistin hava alstóran týdning fyri eina tjóð og eitt fólk. Hesi eru við til at skapa og menna trivnað og felagskenslu og styrkja samleikan. Tey eru ein týðandi partur av samlaðu samfelagsmenningini. Í hesum tíðum tá so nógv verður tosað um tjóðskap og tað føroyskt er ? um at menna egnan førleika og at kunna standa á egnum beinum - hevur tað eisini týdning at eiga ambassadørar á tónlistaliga økinum, soleiðis at Føroyar og føroyingar ikki "bara" verða samantvinnað við fótbólt.
Viðurkenningin, sum Sunnleif Rasmussen hevur fingið, er sjálvandi fyrst og fremst ein viðurkenning av hansara evnum og gávum men samtíðis eitt herðaklapp til tónleikalívið og tónlistina sum heild í Føroyum. Tey mongu, ið stíla fyri og brúka lív sítt at halda øðrum til og sjálvi eru virkin í tónleikalívinum, hava eisini brúk fyri, at ein teirra millum fær slíka altjóða viðurkenning. Eins og góðu úrslitini hjá fótbóltslandsliðnum stimbra og styrkja áhugan hjá teimum yngru og komandi fótbóltsspælarum, soleiðis er viðurkenningin av tónlistini hjá Sunnleivi eisini ein katalysator hjá okkara ungu og komandi tónleikarum og tónlistafólki. Eitt gott og virkið tónleikalív er eins týdningarmikið fyri fólkasálina sum eitt nú ítróttin, motiónin er tað fyri fólkaheilsuna. Tí kunnu vit væl samanbera fræga úrslitið hjá landsliðinum í Hannover við hesa stóru tónlistaligu viðurkenning í Helsingfors.
Vit fara so vónandi eisini at minnast aftur á hesa vikuna sum hon, ið fekk veruligt glið á ynski hjá øllum føroyingum at fáa sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum. Neyvan í nøkrum máli tykjast vit so samd og kom hetta eisini til sjóndar á ráðsfundunum í Finlandi, har okkara umboð frá løgmanni til landsstýrisfólk og til andstøðulim í ráðnum. Øll kundu taka undir við hesum sama ynski at geva Føroyum ta so nógv eftirspurdu viðurkenning á norðurlenska samleikapallinum. Kanska og vónandi var hetta ein týðandi spírin til, at føroyska flaggið í framtíðini verður at umboða Føroyar sum sjálvstøðugt umboð í Norðurlandaráðnum. Tað hevði so verið kanska tann størsta virðislønin vit øll kundu fingið. Tí var henda vikan ein varði ikki bert fyri føroyska tónlist men eisini fyri alt tað føroyska samfelagið. (PS Fyri skrivaðu pressuna í Føroyum var tað tó eitt vónbrot, at fyrireikararnir, sum annars lovað, ikki megnaðu at taka og útvega myndir av hátíðarhaldinum , av førysku tónlistahetjuni. Um hetta er tí, at vit í Útnorði ikki verða vird eins nógv og hini, skal standa ósvarað her.)
Sosialurin









