Omanfyri hundrað fólk høvdu leitað sær oman í Miðlahúsið í gjárkvøldið, at taka lut í orðaskiftinum um eitt valdømi.
Áskoðanirnar hesum viðvíkjandi komu væl og virðiliga til sjóndar, og stóð heldur ikki á hjá fólki at biðja um orðið og geva hugsan sína til kennar.
Hugaligt var at eygleiða, hvussu altráir politikararnir vóru eftir at greiða frá hugsjónum sínum hesum viðvíkjandi.
Einu løtuna tóktist, sum at tey, sum eru ímóti einum valdømi, tóku ræði av orðaskiftinum. Men havandi í huga, at hesin bólkur eftir øllum at døma er í undirluta millum manna og tingfólk, so kunnu vit bert fegnast um, at tey her í Miðlahúsinum, ið sum kunnugt liggur í Suðurstreymi, fingu rúm fyri argumentum sínum.
Rík og korrupt koma til ræði – hetta var fleiri ferðir ført fram. At tað verða tey, sum hava pengar, netverk, útbúgving og útsjóndina til at tøla miðlarnar, sum verða vald í einum valdømi. Stríðið um atkvøðurnar fer í nógv størri mun fram í miðlunum, og sum frálíður missa fólk kring landið áhugan fyri at vera virkin í politikki, eisini í flokspolitikki. Tá er spurningurin, um ikki demokratiið hevur spælt fallit?
Eitt, sum fleiri ferðir varð flutt fram var, at við verandi skipan koma seráhugamál sum lokalpolitisk atlit fram um landspolitisk áhugamál. Og víst var til røðina av reiðarum og vinnulívsmonnum, sum sótu í Løgtinginum og eygleiddu atkvøðugreiðsluna, tá eitt mál um fiskidagar varð viðgjørt. So seeráhugamál fara altíð at verða í politiki, óansæð eitt ella fleiri valdømi.
Annað, sum borið var fram, var, at møguleikarnir hjá kvinnum at verða valdar, verða munandi betri í einum valdømi. Sagt varð, at við sjey valdømum eru flokkarnir næstan tryggjaðir ávísar sessir kring landið, og hesir sessir verða aloftast mannaðir av mannfólki, sum eru fyrstvaldir á listunum. At allar atkvøðurnar til kvinnur, sum í nógvur førum eru næst á listanum, fara fyri skeyti, sæst av, at 23 prosent av veljarunum lótu einari kvinnu atkvøðuna síðsta valg, men bert 9 prosent av teimum valdu vóru kvinnur. Við einum valdømi høvdu hesi 23 prosentini komið kvinnunum til góðar.
Sum heild ein góður, siðiligur og til tíðir eisini stuttligur fundur, sum avgjørt legði botnin undir orðaskiftið, sum verður um eitt valdømi í Løgtinginum í dag, málið kemur til 1. viðgerð.










