ODDAGREIN: Semjur á tingi

Tað er rættiliga áhugavert, at ein nýggjur tingmaður tekur stig til at eggja til tvørpolitiskar semjur á tingi. Tað er hetta, sum er endamálið við ætlanunum hjá Kára á Rógvi, løgtingsmanni Sjálvstýrisfloksins við tveimum semjusøkjandi sjakkum á tingi

Kann vera at onkur av teimum gomlu, garvaðu tingmonnunum halda hetta vera tvætl frá einum ungum, akademiskum politikaraspíra.


Men latið okkum nú taka hetta fyri tað, sum tað er, at ein nýggjur tingmaður, sum er í andstøðu, vil hava ávirkan.


Vit hava so ofta hoyrt andstøðumenn sagt slíkt fyrr. Ikki minst hava Høgni Hoydal og Tjóðveldi undir seinastu samgongu gjørt vart við, hvussu lítið andstøðan verður tikin upp á ráð, og hvussu nógva orku samgongan brúkar til at fella andstøðuuppskot. Og hetta er altíð at hoyra frá skiftandi andstøðupolitikarum. Men hví ikki gera nakað við hetta? Nú kann nýggja samgongan vísa hetta í verki. Ikki minst nú, tá samgongan í summum førum kann hava brúk fyri atkvøðum úr andstøðuni, tá tær seytjan samgonguatkvøðurnar ikki røkka til.


Politisku leiðararnir í Føroyum, fyrst og fremst Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal, hava nakað at prógva á hesum øki. Um teir nú telva rætt politiskt, so kunnu teir fáa í lag eitt gagnligt samstarv við andstøðuna. Og tað verður eisini gott fyri samgonguna, at andstøðan kennir seg at gera mun. Einki er so hugstoytt, sum at kenna seg uttan ávirkan.


Um hendan ætlanin hjá Sjálvstýrisflokkinum er gongda leiðin, skulu vit ikki taka dagar ímillum á hesum stað. Men vit ivast ikki í, at hugskotið er sera skilagott.


So okkara kæru kosnu kvinnur og menn! Takið væl undir við hugskotinum, og vísið nú í verki, at tað ber væl til at hava eitt gott og gagnligt samstarv tvørtur um floks- og samgongumørk – prógvið so eisini, at tann munandi bøtta kvinnuumboðanin og kvinnuávirkanin ger mun.