Tað er í sambandi við landsfundin hjá Sambandsflokkinum, at hetta varð tikið upp á mál. Johan Dahl sigur, at hann vil hava greiðu á fiskivinnupolitikkinum longu í ár.
Hann vísti á, at ein fiskivinnunýskipan er so grundleggjandi neyðug – og at tað ikki má enda við, at einki verður gjørt bara tí ein nakrir fáir samgongulimir spenna bein.
Tað er einki nýtt í tí, at Fólkaflokkurin stýrir á fiskivinnuøkinum og altíð hevur gjørt tað. Sambært yvirlitinum hjá Jógvani Sundstein í tíðargrein her í blaðnum fríggjadagin, so er Fólkaflokkurin tann flokkur, sum hevur sitið mest í samgongu. Men tað er eisini eitt faktum, at hinir flokkarnir klára ikki at fáa eina semju uttan um Fólkaflokkin. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi kláraðu tað ikki, og higartil er tað heldur ikki eydnast hjá Sambandsflokkinum. Men skal ganga so, sum Johan Dahl prædikar, so skal komast á mál í ár, og verður tað ikki við Fólkaflokkinum, so verður tað við andstøðuni.
Ein breið semja uttan um Fólkaflokkin, tað má vera okkurt sum minnir um »makrelsamgonuna«, sum stóðst av, at fyrra samgongan hjá Kaj Leo Johannesen kom í minniluta, tá Fólkaflokkurin meldaði pass á vári í 2011 – og Tjóðveldi gav tí partinum av samgonguni, sum eftir var, eina hjálpandi hond.
Mangt bendi eisini á, at henda samgonga kundi skipast formliga eftir valið, men tá var aftur so heitt millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkinum, at hesin møguleiki var als ikki upp á tal.
Vit kunnu so bara vera samd við Johan Dahl, at tað er av alstórum týdningi, at tað verður ein breið politisk semja um eina fiskivinnunýskipan, sum fullkomiliga broytir bygnaðin í fiskivinnuni. Og vit kunnu eisini vera samd við honum í, at tað ber ikki til – tað kann einki landsstýrið vera bekent við – at ein ella tveir ella tríggir tinglimir skulu kunnu blokkera eitt slíkt arbeiði. Tað er tað og týdningarmikið til, og tí er tað eisini rætt, at ein samgonga fer útum at leita eftir semju.
Men tá er helst eingin samgonga meira, um tað kemur har til. Men bara tað, at tankin er til í Sambandsflokkinum, at tað kanska ber til at reka fiskivinnupolitikk uttan Fólkaflokkin, kann benda á, at broyting er í væntu.