Men tað kann ikki koma óvart á føroyingar. Tí tað er eitt slíkt samfelag, vit eru í ferð við at skapa: Vit skulu hava nøkur sera rík fólk, nøkur hampuliga rík, nógv láglønt – og so tey, sum eru heilt fátøk og detta niðurímillum.
»Veljarin valdi borgarligt«, segði løgmaður í Útvarpshøllini valkvøldið – og veljarin fekk borgarligan politikk. Ein politikk, sum gongur út upp á at lætta um hjá teimum, sum hava mest, hóast tað gongur út yvir tey, sum hava minst.
Løgmaður hevur fleiri ferðir sagt ymiskt, sum bendir á, at hann heldur tað vera í lagi – men hann finnur seg ikki í, at fólk leggja hann undir at gera sum Fólkaflokkurin vil.
»Sambandsflokkurin er ein borgarligur flokkur, sum førir borgarligan politikk«, sigur løgmaður. Og rætt hevur løgmaður. Men Sambandsflokkurin hevði ein sosialan profil, sum eitt nú Edmund Joensen í heilum eftirlýsir – sum nú tykist kámast burtur.
500 børn! Tað er ikki hissini. Tað er meira enn eitt prosent av Føroya fólki. Men tað er so nógv, sum politikarar halda hava størri týdning, enn at áseta eitt fátækramark og tryggja tey á teimum niðastu rókunum. Tá ovmikið av pengum var í samfelagnum vóru tað eisini onnur viðurskifti, sum høvdu størri týdning – eisini hjá Annliss Bjarkhamar, sum var ráðharri í landsstýrinum, sum fyri 11 árum síðani heldur valdi at skerja árligu ríkisveitingina úr Danmark við 360 milliónum (4-5 mia kr tilsamans í dagsvirði) – til landsstýrið í dag, sum heldur tað hava størri týdning at geva teimum ríku skattalætta – enn at hugsa um tey á niðastu rókunum.
Soleiðis er við politikki. Tað lønar seg betur at lyfra fyri teimum við pengum og valdi. Vit skulu skapa eina stætt, sum skal tjena ordiliga nógvar pengar, og sum hevur ávirkan og vald á politikarum.
Tey, sum koma undir fátækramarkið hava einki at siga. Fakfeløg hava einki at siga. At áseta eitt fátækramark hevur ikki áhuga í politisku skipanini. Tað skapar ikki somu eufori, sum tá onkur við pengum og skattalætta klappar politikara á ryggin.
Tíðin við brøðralag og fólkapensjón og samfelagsligum samanhaldi er farin. Nú snýr tað seg um meg og mítt.
Føroyskur politikkur er farin frá samhaldsfesti til einstaklingsrøkt. Vit velja ikki flokkar og hugsjónir, vit velja persónar. Vit eru farin frá flokspolitikki til sjálvsdyrkan – og tað sæst nú eisini í verki.
...bert eg kann nøra at mær