ODDAGREIN: savnar sær valdið

Samanleggingar og niðurleggingar tyk­ist vera politiskt stavnhald í hes­um døg­um. At tey, ið ráða fyri borg­um, royna at fáa sum best burt­ur­úr til­feing­i­num er sjálv­andi gott.

Men um samanleggingar og nið­ur­legg­ing­ar bara vera gjørdar fyri at leggja sam­an ella fyri at leggja nið­ur – ella enn verri við onkrum duld­um enda­máli um at mið­savna vald og á­virk­an und­i­r pol­it­isku skip­an­ini, so er vandi á ferð.

Okkurt bendir á, at end­mál­ið við at leggja niður lands­banka og hag­stovu og at skipa hes­ar stovn­ar sum deild­ir und­ir lands­stýr­is­mann­i­num í fíggj­ar­mál­um, held­ur er at mið­savna vald held­ur enn at fremja skila­góð­ar spar­ing­ar. Tað sig­ur seg sjálvt, at ein lands­banki eig­ur at vera púra óheftur av politiska valdinum, tí annars kann tað fáa sera ó­hepn­ar av­leð­ing­ar, sum kunnu ávirka bæði trú­virði og kre­d­it­virði landsins.

Tað er eftir øllum at døma kom­ið ó­vart á nógv, at vit hava eitt so re­ak­ti­onert stýri í hesum landi, sum í fleiri før­um fer óhugnaliga lætt um tær spæl­i­reglur, sum áttu at rátt í ein­um dem­o­krat­isk­um soli­dar­isk­um væl­ferð­ar­sam­felag.

Vit sóu tað við flatskattinum, sum varð truml­að­ur í­­gjøgn­um. Vit sóu tað við skatt­ing­ini av pen­sjón­ini. Vit síggja tað nú við pen­sjóns­aldr­i­num, sum skal hækk­ast longu á nýggj­ár­i­num.

Hó­ast løg­mað­ur sig­ur, at so verð­ur ikki, so svitast ikki, at Jørg­en Nicl­a­sen hev­ur boð­að frá, at pen­sjóns­ald­ur­in hækk­ar á nýggj­ár­i­num kom­andi – í minsta lagi við einum ári.

Men politiska valdið trýstir so langt, sum tað ber til. Og tað ber væl til hjá politiska valdinum at trýsta, tí tey fáa í veru­leik­a­num onga mótstøðu.

Kann vera at Eidesgaard hevur rætt í, at lítið veiggj er í andstøðuni. Og tað sama kann sigast um fak­fel­ags­rørsl­una, sum als einki form­ár sær. Fíggjarmálaráðharrin, sum hevur alt valdið í landinum, hevur tí frítt spæl.

Vit sum sita á síðulinjuni og fylgja við politiska spælinum kunnu bara geva Jørgeni Niclasen toppkarakter fyri politiska ávirkan. Hann megnar tað, sum eingin annar hevur megnað í føroyskum politikki. Frá at vera ein periferiskur floksleiðari, sum stóð til at missa valdið í egnum flokki til kvinnuna, sum fekk næstan fýra ferð­ir so nógvar atkvøður sum hann – og sum als ikki var vísur í at verða aft­ur­vald­ur á løgt­ings­val­i­num sein­ast, so hev­ur hann jarð­lagt øll sín­i mót­støð­ufólk – bæði innan og utt­an­floks. Hann hevur frítt spæl í sam­gonguni, og rættiliga frítt spæl í løg­tingi­num. Fak­fel­ags­rørsl­an hev­ur als onga á­virk­an á hann, og nú er hann far­in at jarð­leggja pol­it­iskt ó­heftu stovnarnar.

At slíkt kann gerast over night er ó­hugn­a­ligt. Men hvar er andstøðan – og hvar eru fakfeløgini?