Oddagrein: Samvinna við Bretland

Í næstum fer Føroya løgmaður á almenna vitjan í Bretlandi. Hetta er fyrstu ferð, at ein løgmaður fer á almenna vitjan í Stórabretlandi. Innbjóðingin kom í kjalarvørrinum á undirskriving av marknaavtaluni millum Føroyar og Bretland.

 


Ætlanin er at løgmaður skal vitja bæði í Skotlandi og í Onglandi. Áhugaverd verður vitjanin í Skotlandi, tá hugsað verður um ríkisrættarligu støðuna hjá bæði føroyingum og skotum. Eins og føroyingar hava havt heimastýri og stríðast fyri størri sjálvstørri, so hava skotar leingi stríðst fyri hesum sama, tó at teir eins og føroyingar eisini eru ymiskir á máli. Spurningurin er so, hvussu løgmaður fer at kunna skotskar politikarar um gongdina í Føroyum, og hvønn íblástur skotar kunnu geva løgmanni.


Eitt høvuðsendamálið við ferðini er annars at knýta tættari bond millum Stórabretland og Føroyar. Hvussu kunnu vit menna og útbyggja verandi samvinnu, og hvussu kunnu vit bróta heilt upp úr nýggjum! Tað góða í hesum samstarvi er, at hóast stórur munur á londum og fólki, so hava báðir partar brúk fyri hvørjum øðrum. Bretlandi tørvar okkara fisk og við eini komandi oljuvinnu eru vit bráddliga áhugaverd fyri bretskan oljuídnað. Føroyingum tørvar so sanniliga eisini bretska tøkni og vørur og ikki minst hava vit brúk fyri tí stóra marknaðinum, sum er í Bretlandi. Og fara vit víðari eisini sum brúgv til evropeiska meginlandið.


Føroyingar hava verið í so vanabundnir við at lata nærum alt samskifti og samhandil ganga gjøgnum traditionellu kanalirnar, Danmark, Noreg, Svøríki og Ísland. Hetta hevur so havt við sær dýrkandi millumlið. Við at fara beinleiðis til framleiðarar í Bretlandi eiga vit at sleppa undan dýrkandi millumliðunum. Tí skal tað vera vón okkara, at eitt av úrslitunum hjá løgmanni og føroyskum vinnulívsfólki undir vitjanini í Bretlandi er, at vit fáa ein beinleiðis samhandil uttan um útlendskar millummenn.


Løgmaður skal hitta bretskar ráðharrar, og vónandi fer tað at gagna samhandlinum og forstáilsinum fyri grannanum fyri norðan. Tað er so ikki bert á tí vinnuliga økinum, at vit eiga at síggja samstarvsmøguleikar. Eisini á mentanarøkinum eigur at verða møguleiki fyri øktari samvinnu. Tí vil ein náttúrlig uppfylging av slíkari vitjan vera at menna tey mentanarligu bondini. Vónandi fer løgmaður at koma heimaftur við onkrum íblástri á hesum øki eisini, so talan ikki bara er um handil og vinnu. Menniskjuni og tað hesi skapa av andaligum og mentanarligum virðum er eins týdningarmikið og alt annað.


Sosialurin