Hetta var í sambandi við burturvísingina av Olafi Johansen, skrivstovumanni á Fiskimannafelagnum seinastu 35 árini. Hóast ein ávís spei var í hesum, so halda vit tað kortini vera ógvuliga óvirðiligt, at fýra fakfeløg standa saman við Føroya Fiskimannafelag um at traðka á tey mest grundleggjandi rættindini, sum eitt starvsfólk hevur.
Mánadagin ringdi samskiparin hjá Samtaki til okkara og bað um at fáa eina umbering, tí – sum hon segði – Samtak hevur als einki havt við hetta málið at gera.
Tað er sjálvandi ikki rætt av okkum at leggja Samtak og hini fakfeløgini undir aktivt at hava tikið lut í málinum, um tey bara hava látið sum einki. Tó er tað ógvuliga átaluvert, at hini fýra verkafeløgini lata slíka eyðmýkjan av mest grundleggjandi fakfelagsrættindum fara aftur við borðinum.
Men vit eru nú komin eftir, at tað er ikki rætt, tá Sonja Jógvansdóttir sigur, at Samtak einki hevur havt við málið at gera.
Tann 21. oktober var Gunnleivur Dalsgarð, fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum í Kringvarpinum, har hann gav Fiskimannafeløgunum og hinum feløgunum í Samtaki av grovfíluni fyri ikki at virða rættindini hjá starvsfólkum.
Í Kringvarpinum varð Sonja Jógvansdóttir endurgivin fyri at siga, at hóast hon ikki vildi gera viðmerkingar til málið, so »sigur hon tó, at Samtak stuðlar Jan Højgaard og meirilutanum í nevndini í Føroya Fiskimannafelag í hesum málinum.«
Harvið er Samtak ein aktivur partur í málinum – málinum, sum er ein tann størsti skammbletturin í føroyskari fakfelagssøgu. Vit hava fimm stór fakfeløg – við nógvum ófaklærdum og harvið útsettum limum – sum í so grovan mun vanvirða og traðka á vunnin fakfelagsrættindi.
Vit spyrja bara, hvussu kunnu fakfelagsstríðsfólk, sum eitt nú Ingeborg Vinther og Hans Joensen standa modell til slíkt?
Framferðin hjá feløgunum í Samtaki er ikki bara óheppin fyri viðkomandi starvsfólkið, feløgini og limirnar, sum tey umboða - men hetta er ein skammblettur fyri føroysku fakfelagsrørsluna sum heild. Tað er ikki neyðugt at vísa á, at eitt fakfelag sum arbeiðsgevari onga burturforkláring kann hava um misskiljingar um mannagongdir – tí so eigur fakfelagið ikki at vera til!
Um Samtak ikki tekur frástøðu frá slíkum fakfelagsskaðiligum virksemi, so hevur føroyska fakfelagsrørslan ein risa stóran trúvirðistrupulleika. Fiskimannafelagið og Samtak skylda allari verkafjøldini eina treytaleysa umbering.