Oddagrein · Samgongutrupulleikar

Neyvan nakrantíð í Føroya søgu er ein so ósamd, so smøl og so ?eitrað? samgonga farin til arbeiðis sum henda, og neyvan nakrantíð hevur so grundleggjandi og hatskt stríð tikið seg upp millum tveir oddaflokkar í samgongu so stutt eftir, at hon varð skipað sum hesaferð.

Hetta vistu øll, sum bara hava fylgt eitt sindur við. Hetta vistu løgmaður og varaløgmaður. Kortini skrivaðu teir undir eina samgonguavtalu, sum teir frammanundan vistu fór at vera ring at halda, tí flokkarnir eitt nú á vinnupolitiska økinum eru so ósamdir. Hóast stevið hevur verið vánaligt í seinnu helvt av undanfarna samgonguskeiði, vóru teir á bylgjulongd nakað fram á leiðini, tá tað galt fullveldismál. Nú tá hesi eru løgd innaliga í eina skuffu koma konfrontatiónirnar, tí tjóðveldismenn sum vera mann eru ikki altíð samdir í tí vinnupolitikki, sum fólkafloksmenn vilja reka og øvugt.

Tað eru øgiligar ábreiðslur og skuldsetingar, sum vinnupolitiski talsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum, setir fram móti sínum samgongufeløgum úr Fólkaflokkinum. Hann fer so langt sum at illgita teir fyri at hava verið á tí skeivu síðuni av lógini, nakað, sum eingin við virðing fyri sær sjálvum og sínum embæti eigur at kunna liva við. Løgmaður sigur, at hesin orðini sleppa ikki at standa ósvarað.

Ófatiligt er tað, at løgmaður ikki legði frá sær eftir valið ella gjørdi meira fyri at fáa stóru andstøðuflokkarnar ella annan teirra við í samgonguna, tá hann alla tíðina hevur vitað, hvønn veg tað fór at bera í samgongusamstarvi við ein Tjóðveldisflokk, sum eftir valið varð drenaður fyri hóvligar kreftir, og har tann ?harða? kjarnan við Tobba, Høgna og Páll einsamøll fekk fullkomið vald í flokkinum. Hann visti, at Føroya land hevði tørv á at byggja uppaftur álit innanhýsis og við Danmark, og hetta fór ongantíð at verða gjørt við hesi hørðu kjarnu í Tjóðveldisflokkinum sitandi á flestu á landsstýrissessunum. Hann visti, at Tórbjørn Jacobsen hevur ikki gloymt honum reyða kortið frá undanfarna skeiði. Hann visti og veit tað enn, at ein samgonga við Tobba sum 17. manni er sum sjálvboðin alt lívið at ganga í einum minufelti. Tí átti hann heldur at lagt frá sær enn at farið inn í ta smølu og frammanundan amputeraðu samgonguna við Tjóðveldisflokkin ? ella átti hann at sett sum krav fyri at fara í samgongu aftur við ein Tjóðveldisflokk uttan Signar og Finnboga, at Javnaðarflokkurin var við. Tað gjørdi løgmaður ikki, og tí kann við røttum nú sigast: ?Ró nú Snoprikkur ? ró nú Anfinnur?.

Føroya løgmaður kann ikki liva við teimum skuldsetingum, sum ein av hansara egnu samgongufeløgum hevur sett á prent. Hann er noyddur til at krevja av Tjóðveldisflokkinum, at hann tekur avstand frá hesi skuldseting, og hann er noyddur til at krevja eina treytaleysa umbering frá Tórbirni Jacobsen. Kemur hesin ikki við slíkari verður løgmaður noyddur til at slíta alt samstarv við mannin, og tað merkir í veruleikanum, at hann má upploysa samgonguna, sum tá ikki hevur meiriluta aftanfyri seg longur. Letur hann standa til og tegir, góðtekur hann eisini skuldsetingarnar. Tað kann hann ikki loyva sær yvirfyri Føroya fólki. Okkara niðurstøða eftir hesa skriving er tann, at grundarlag er ikki undir hesi samgongu meira. Antin verður nýggj samgonga skipað ella fáa vit eitt nýval. Forpestaða luftin má reinsast.



Sosialurin