Oddagrein·Samgongutalvið

Stórt spell hevði verið, um smalast gjørliga samgonga gjørdist veruleiki. Tað sær tíverri út sum, at hetta er rættiliga sannlíkt í løtuni. Løgmaður hevur altíð tosað um breiðu semjuna, men ikki sæst hon í 17 manna samgonguni, ið nú verður samráðst um. Harmiligt er, um tríggir stórir flokkar ikki kunnu semjast um eina samgongu. Við trimum stórum flokkum hevði man aftur fingið politiskan stabilitet í Føroyum.

Fyri stuttum vóru samráðingar millum Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin, Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin. Hesar samráðingar slitnaðu, og sum skilst var tað millum annað spurningurin um yvirtøku av løgreglu og rættarskipan. Nú kemur fram, at Sjálvstðrisflokkurin heldur ikki vil tað sama sum Tjóðveldisflokkurin í hesum máli, og tí burdi hetta ikki verið nakar trupulleiki millum Javnaðarflokkin og sitandi samgongu, eftirsum hetta eftir øllum at døma verður av ongum í hesum valskeiðnum óansæð.

Sjálvsagt eru spenningar millum flokkar og ikki minst millum veljararnar hjá ymisku flokkunum eftir eitt drúgt valstríð, men nú er tíð at leggja gamalt agg til viks og ignorera persónsspurningar. Hetta kundi verið ein áheitan á Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin. Hesir báðir flokkar hava síðani 1974 arbeitt sera væl saman, tá teir hava verið í samgongu, og tað skerst ikki burtur, at tey størstu fetini á sjálvbjargnisleið hava verið tikin av javnaðarløgmonnum í samgongu við Tjóðveldisflokkinum og í ein ávísan mun Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Spell hevði verið, um hesin søguligi arvur datt niðurfyri av óstorsligum politiskum kegli, ið hevur merkt løgtingsarbeiði og seinastu tíðina eisini fólkatingsarbeiði.

Sjálvsagt skal samgonguluttøka ikki gerast eitt mál, ið skal røkkast fyri ein og hvønn prís, men Javnaðarflokkurin kundi lagt virði til samgonguna við at hála sjálvbjargniskósina inn aftur á beint av tí síðuspori, man hevur fylgt í 4 ár. Í hvussu so er tveir av samgonguflokkunum taka fult undir við hóvligu kós Javnaðarfloksins, og veljarar javnaðarfloksins høvdu ivaleyst fegin vilja sæð tiltrongdu broytingina í føroyskum politikki.

Eitt konstruktivt uppskot kundi verið at avskaffað Landstýrismannin í Sjálvstðrismálum og givið løgmanni uttanríkismál aftur, sum gamalt er. Tjóðveldismenn mugu geva okkum rætt í, at yvirtøkur og sjálvstðristilgongd eigur at vera ein integreraður partur av øllum málsøkjum, og tí er ikki neyðugt við einum slíkum landstýrismanni. Tað hevði verið einki minni enn eitt bragd, um Javnaðarflokkurin hevði megnað at fingið samgonguflokkarnar inn á beint í sjálvstðrismálinum, so at allir flokkar nú aftur kundu ført politikk, eftir løgnu framferðina seinastu 4 árini. Hetta krevur, at konstruktivar kreftir handla skjótt og byggja brýr áðrenn tingfundin hósdagin. Nøkur høvdu helst gjørst ónøgd, um breiða semjan gjørdist veruleiki, men alternativið er smala samgongan, har nærum øll eru ónøgd. Livst so spyrst.