Vit hava verið vitni til kríggj og balladu, síðani samgongan sá dagsins ljós. Og vit hava aftur og aftur fingið at vita frá oddamonnunum, at nú skuldi annað skinn takast um bak. Nú skuldu teir fara í arbeiðsklæðini osfr. Nú leggur formaður Tjóðveldisfloksins seg alment út í øki, ið tveir aðrir landsstýrismenn umsita. Og fólk spyrja: er hetta ein náttúrligur partur av demokratiinum, er hetta ein provokatión ella er hetta tann beri taktikkur!!!
Formaður Tjóðveldisfloksins er ov klókur til at fara út við slíkum av tilvild og óvart. Hetta er sjálvandi tilætlað. Kanska eitt takk fyri seinast. Ella er tað bara enn eitt tekin um, at Tjóðveldisflokkurin als ikki ynskir at halda fram í samgonguni, nú so stór myrk skýggj eru fyri framman. Vit hava hoyrt fólkafloksmenn gita, at Tjóðveldisflokkurin roynir at finna høvi til at sleppa úr samgonguni og helst verða tveittur út av Fólkaflokkinum. Hetta seinasta útspælið hjá Hoydal, provokatión um tú vil, kundi bent á tað. Kann tað vera ein "revsing" til Fólkaflokkin, tí hann enn ikki skrivliga hevur boðað reiðarríinum hjá Jógvan S frá avgerðini um at taka fiskiloyvið aftur?
Tey, sum fylgja við politiska glantrileikinum, nýtast ikki nakað serligt innlit fyri at gjøgnumskoða tað, ið hendir. Vit hava eitt landsstýri, sum er ósamt um so gott sum alt. Vit hava nakrar landsstýrismenn, sum als ikki kunnu sita í stovu saman. Vit hava ein løgmann, sum neyvan heldur nógv av varaløgmanni, og vit hava ein varaløgmann, sum ger alt fyri at provokera sama løgmann, sum so aftur finnur seg í næstan øllum. Nær er bikarið fult harra løgmaður.
Eingin kann taka frá Tjóðveldisflokkinum, at hann betri enn nakar annar flokkur megnar tað taktiska spælið í politikki. Hetta hava vit eisini sæð mong dømi um, eitt nú tá Anita á Fríðriksmørk setur alla dagskránna í miðlunum við at fara eftir skattalættanum til sjómenn ? samtíðis sum hon veit, at hennara egni flokkur við fíggjarmálaráðharranum als ikki tekur undir við tí. So vit síggja hetta sama mynstrið. Tjóðveldisflokkurin provokerar ikki bert í landsstýrinum, hann provokerar eisini í løgtinginum. Sjálvandi skulu tingfólk bera fram tað tey hava uppá hjartað, men hvar er logikkurin og samgongustevið, tá tjóðveldispolitikarar taka sær umrøddu fríheitir uttan um sínar egnu samstarvspartarnar. Hetta líkist í veruleikunum tí taktikki, sum Óli Breckmann brúkti øll tey árini Fólkaflokkurin sat í samgongu við eitt nú Sambandsflokkin. So kanska eru flokkarnir ikki so ólíkir á hesum økinum heldur. Teir liggja, sum teir hava reitt. Hetta byggir í hvussu er ikki land.
Sosialurin










